Í dag eru 30 milliónir færri arbeiðspláss í heiminum enn undan altjóða fíggjarkreppuni. Samstundis eru næstan 40 milliónir kvinnur givnar við at leita eftir einum arbeiði.
Tað sigur stjórin í Altjóða Arbeiðarafelagsskapinum ILO, Guy Ryder (myndin). Hann leggur afturat, at av teimum, sum hava arbeiði, eru næstan 900 milliónir kvinnur og menn, sum tjena ov lítið, til at tey og húskið sleppa upp um fátækramarkið.
-Hevði fíggjarkreppan ikki steðgað teirri jaligu gongdini, sum var á hesum økinum, hevði hetta talið helst verið 55 prosent minni, sigur ILO-stjórin.
Í londum sum Grikkalandi og Spania er arbeiðsloysið farið upp um 25 prosent, og kring heimin er talið á arbeiðsleysum nú oman fyri 200 milliónir. Av teimum er ein stórur triðingur yngri enn 25 ár.