Fíggjarkreppan, sum byrjaði í 2008, hevur higartil kostað dønum og danska samfelagnum 200 milliardir krónur, men talið kann blíva fleiri ferðir størri. Jesper Rangvid, professari á Handilsháskúlanum CBS í Keypmannahavn, sigur við DR, at enn er danski búskapurin ikki komin upp á tað, sum hann var undan kreppuni, og tí kunnu útreiðslurnar av fíggjarkreppuni gerast nógv størri.
Hann dugir ikki at siga neyvt, hvussu nógv størri rokningin kann blíva, men talið kann koma upp á 1.600 milliardir krónur, sum svarar til ta árligu donsku bruttotjóðarframleiðsluna, sigur hann.
-Fíggjarkreppan hevur havt nógvar óhepnar avleiðingar. Arbeiðsloysið er vaksið, tað almenna hallið er vaksið sera nógv, og bústaðarprísurin er fallin nógv, sigur Jesper Rangvid við danska kringvarpið.