Fíggjareftirlitið kannar Parkina

Parken Sport & Entertainment hevur seinastu tíðina verið nógv í fjølmiðlunum orsakað av innanhýsis ósemju og fíggjarligar trupulleikar. Nú er fíggjareftirlitið eisini farið at hyggja nærri at felagnum

Fíggjareftirlitið er farið í holt við at endavenda undirhaldsfelagið, og serliga verður hugt eftir umfatandi handlinum við egnum partabrøvum. Tað skriva danskir miðlar.
Parken byrjaði á vári 2008 umfatandi keyp av egnum partabrøvum. Hetta helt fram í longri tíð, inntil fyrrverandi formaðurin, Flemming Østergaard útloysti partabrævaoptiónirnar og vann 15 milliónir krónur í endanum av apríl.
Fleiri serfrøðingar hava fyrr funnist at Parkini fyri at gera íløgur í egin partabrøv, og hildið verður, at kursurin harvið er hildin kunstiga uppi.
- Tað eru fleiri ting, tú bítir merki í, tá hugt verður eftir handlinum hjá Parkini við egnum partabrøvum. Serliga er tað mongdin og tíðin, og tað er upplagt, at eftirlitið nú sær hesi viðurskifti eftir nærri, sigur Nis Juel Clausen, serfrøðingur í børsrætti við SDU.

Fingið viðmerking
Áhugin hjá Fíggjareftirlitinum fyri Parkini kemur í kjalarvørrinum av, at Parkin í endanum av 2009 fekk eina viðmerking frá Fondsbørsinum.
Viðmerkingin komst av, at Parkin ikki hevði klártlagt innaru reglarnar fyri, hvussu handilin við egnum partabrøvum skuldi fara fram. Slíkar reglur eru annars vanligar í børsskrásettum feløgum.
Í Fíggjareftirlitinum er ikki áhugi í at gera viðmerkingar til sakina.
- Vit kunnu ikki úttala okkum um ítøkilig mál við atliti til lóggávuna og viðkomandi felag, hvørki í hesum málinum ella øðrum, sigur Hanna Råe Larsen, børsstjóri í Fíggjareftirlitinum.
Heldur ikki núverandi formaður í Parkini, Lars Johansen, vil gera nakra viðmerking til málið, skrivar Børsen.