Fíggjareftirlit og Kappingarráð skal góðkenna Eik-søluna

- Vit hava síðani við kunngjørdu yvirtøkuna av virkseminum hjá Eik Bank Danmark í oktober 2010 gjøngumført eina strukureraða sølutilgongd við teirri ætlan at finna ein nýggjan eigara til deilvirksemi. Vit hava møtt stórum áhuga og eru fegin um at hava gjørt eina nøktandi avtalu um sølu til Sparekassen Lolland, sigur forstjórin í Finansiel Stabilitet, Henrik Bjerre-Nielsen. Sparikassen Lolland tekur yvir partabrøvini í Eik Bank Danmark 2010 A/S eins og lutavirksemi og teir sløku 87.000 kundarnar í internetbankanum. Tann yvirtikna útlánsporteføljan er umleið hálvatriðju milliardir krónur, og samlaðu útlánini eru umleið eina hálva milliard krónur. Talið av starvsfólkum, sum eisini eru yvirtikin, liggur oman fyri 80.

Avtalan er tó treytað av, at Fíggjareftirlitið og Kappingarráðið góðkenna avtaluna, og roknað verður við, at handilin er endaliga avgreiddur í fyrsta ársfjórðingi av nýggja árinum.

Teir aktivitetir, sum nú eru eftir í Eik Bank Danmark eru umleið 100 vinnukundar eins og nøkur engagement so sum íløgukredittir til íløgur í eitt nú partabrøv og fastogn. Hetta umfatar útlán upp á umleið tríggjar milliónir krónur, eins og innlán upp á 875 milliónir. Hetta virksemið verður nú lagt í eitt dóttirfelag hjá Finansiel Stabilitet og avviklað sambært endamálinum hjá Finansiel Stabilitet.

Roknaskaparligu avleiðingar av hesi avtalu verða roknaðar við í úrslitið hjá konsernini í 4. ársfjórðingi 2010 og verða samstundis roknað við í endaliga roknskapin pr. 30. september 2010 viðvíkjandi tapstrygd frá Det Private Beredskab.