Annfinn Brekkstein, ?býráðslimur fyri Sambandsflokkin
Tey seinastu fimm árini eru rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu øktar við 200 milliónum krónum. Nú má støðgast á, og neyðugar tillagingar mugu gerast.
Nú Tórshavnar Býráð einmælt hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2010 má staðfestast, at stundin er komin til av álvara at fara at hyggja at útreiðslunum hjá kommununi. Tí tað var við ringum tannabiti, at eg og hini umboðini í býráðsminnilutanum atkvøddu fyri at hækka skattaprosentið við einum prosentstigi samstundis, sum roknað verður við einum halli upp á 48 milliónir krónur.
Hallið er ógvusligt, serliga tá hugsað verður um, at kommunukassin fær tilført meira enn 30 milliónir frá roknskapinum hjá Tórshavnar Havn, og at skattahækkingin upp á eitt prosentstig gevur 30 milliónir eyka í inntøku. So veruliga undirskotið hjá kommununi næsta ár er nærri 100 milliónir krónur!
Meirilutin eigur at vísa á sparingar
Tað krevur kanska eina nærri frágreiðing hví vit í minnilutanum ikki vildu vísa á, hvar sparingarnar skuldu finnast, tá vit uttan úrslit skutu upp at lata vera við at hækka skattaprosentið fyri ístaðin at finna neyðugu sparingarnar í kommunalu umsitingini.
Tað eru jú ikki minnilutin, sum eru atvoldin til, at rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu eru vaksnar almikið hesi seinastu árini. Hóast vit í fleiri førum hava atkvøtt saman við meirilutanum, so hava vit eisini havt fingurin á lofti fleiri ferðir og ávarað ímóti at geva leyst – eitt nú við enn fleiri ókeypis tænastum til borgaran.
Vit vildu tí hava, at finnast skuldi sparingar, so at sleppast kann undan at fara í lumman hjá borgaranum eftir pengunum. Alment sett fólk hava stríðst hart fyri at fáa eina lovaða lønarhækking 1. oktober, men hvat hjálpir tað, tá býráðið tekur alla hækkingina inn í meirskatti?
Tí meintu vit eisini, at meirilutin saman við umsitingini sjálvari skuldi finna fram til tær sparingar og tillagingar, ið vóru neyðugar fyri at sleppa undan skattahækkingini. Um vit høvdu víst á hvar pengarnir skuldu takast, so hevði hetta bara verið brúkt ímóti okkum, og tað ynsktu vit ikki.
Gingið væl hjá sitandi meiriluta
Eg eri av teirri uppfatan, at Tórshavnar Kommuna hevur verið væl stýrd hesi seinastu árini. Vit hava havt ein ágrýtnan borgarstjóra, sum hevur umboðað kommununa á fyrimyndarligan hátt. Men er eri eisini fullvísur í, at tíðin nú er komin til, at vit skulu støðga á fyri at ansa eftir, at búskaparstøðan ikki rennur avstað við okkum.
Tað er eingin meining í at halda fram við fullari ferð, meðan øll onnur royna at tálma búskapinum. Bara tí, at løgtingsfíggjarlógin er í vanda fyri at koma ígjøgnum við næstan einari milliard í halli, so merkir tað ikki, at kommunan eisini skal stýra eftir sama leisti – als ikki.
Neyðugt við neyvari fíggjarstýring
Eg síggi tað sum mína uppgávu, sum einsamalt umboð fyri Sambandsflokkin, ið harafturat situr í minniluta, at hava peikifingurin á lofti og vísa á, at nú skal tálmast. Byggingin av Glyvursvegi, sum gjørdist 35 milliónir dýrari enn ætlað, er eitt ræðandi dømi um útreiðslur, ið gjørdust kommununi óneyðuga høgar.
Havi eisini hug at taka Bussleiðina fram. Tað er gott, at nógv brúka Bussleiðina og hava stóra gleði av henni. Men eg haldi eisini, at vaksnir borgarar saktans kundu goldið 5 ella 10 krónur fyri ein túr við bussinum. Tað er altso ikki ov nógv forlangað. Ístaðin hava vit tvífalda útreiðslurnar fyri Bussleiðina, so at hon nú kostar kommununi yvir 20 milliónir krónur árliga.
Eg fegnist um, at breið semja er í býráðnum um at byggja nýtt ellis- og røktarheim yviri við Strond. Men tað heldur ikki, tá meirilutapolitikarar brúka hesa ætlanina sum skjól fyri at hækka skattaprosentið. Tað ber ikki til at fíggja neyðugar íløgur við øktum skattaútskrivingum. Vit áttu at kunnað funnið pengarnir innan fyri verandi fíggjarkarmar.
Ítróttarhøllin ongan góðan
Hinvegin iðrar tað meg, at neyðugar íløgur í kommununi ikki eru framdar orsakað av vantandi fígging. Her hugsi er serliga um Ítróttar- og samkomuhøllina á Hálsi. Tað var semja einaferð um, at fremja eina umfatandi umbygging av høllini, sum er harðliga tiltrongd.
Ítróttarhøllin á Hálsi hevur verið karmur um stórar ítróttarligar og mentanarligar hendingar, ið hava savnað alla føroysku tjóðina. Høllin á Hálsi er ikki bara ein ítróttarmiðdepil – tjóðararena fyri fleiri ítróttargreinir – men eisini ein mentanarmiðdepil. Men synd er at siga, at kommunan hevur virt høllina sum slíkur, tí hon er sloppin at falla í órøkt uttan at neyðugar ábøtur eru gjørdar. Nú er so avtalað at gera nakrar smávegis ábøtur, men hesar nøkta á ongan hátt tann tørv, sum henda høll hevur uppiborið.
Mugu vísa vilja at tálma útreiðslurnar
Tað er eingin skomm at hava hall á eini kommunalari fíggjarætlan, um so er at orsøkin er ein vælgrundaður tørvur, ella neyðug tiltøk fyri eitt nú at halda gongd á hjólunum. Tí haldi eg ikki, at kommunan skal hava javnvág á fíggjarætlanini fyri einhvønn prís.
Eg haldi bara, at tað er ov vánaligt av býráðnum at krevja hægri skatt frá borgaranum uttan at vit afturfyri hava víst ein vilja til at tálma vøksturin á umsitingarligu útreiðslunum. Um illa vil til – eitt nú um inntøkuætlanin ikki heldur – kann kommunan verða noydd at taka upp lán fyri at klára tað. Hetta er á ongan hátt ynskiligt.
Tí vit hava stórar avbjóðingar fyri framman. Umframt høllina á Hálsi, kann eg nevna skúlaøkið. Hóast vit hava fingið og fáa stásiligar skúlar í Hoyvík og á Argjum, so eru vit ikki komin á mál. Venjingarskúlin lýkur ikki longur nútímans krøv, so spurningurin er nær vit mugu í gongd við ein nýggjan “Vesturskúla”.
Á ferðsluøkinum eru nógvar, stórar og umfatandi avbjóðingar, tað veit ein og hvør, ið hevur roynt at komið gjøgnum býin í meldurtíðini. Ikki minst tá tunnilin til Skálafjarðar væntandi er liðugur um ikki alt ov nógv ár. Tá gerst myndin av miðstaðarøkinum ein onnur, og her eru avbjóðingar fyri Havnina, sum hædd skal takast fyri í næstum.
Peningastovnarnir kenna ikki sína vitjunartíð
Vit eru jú sloppin rættiliga væl í Suðurstreymi. Fíggjarliga eru vit væl fyri í mun til kreppuna, sum rakar landið alt. Við tað at ikki so nógv av okkara borgarum starvast í primeru vinnuni, merkja vit ikki so nógv til kreppuna í okkara kommunu. Men vit vita ikki enn, um kreppan ikki eisini kann raka Tórshavnar Kommunu hart.
Í hesum sambandi fegnist eg um, at gongd er komin aftur á flakavirkið Kósina í Klaksvík. At tað í Klaksvík er árræði til at fara undir fiskavirking aftur sigur mær so mikið, at føroyingar ikki eru falnir í fátt, men enn orka at taka tøk, ið eru neyðug. At tað gongur væl við fiskivinnuni í Klaksvík er gott fyri allar Føroyar – eisini Havnina.
Nú manglar bara, at fíggjarmarknaðurin tekur sær um reiggj og átekur sær sín part av byrðuni fyri at fáa ferð á hjólini aftur.
Tað er alt ov kostnaðarmikið at fáa fígging í Føroyum fyri tíðina, her hugsi eg serliga um sethúsafígging og fígging til vinnuna. Eg kann ikki fáa tað at passa saman, at føroysku peningastovnarnir fáa ágóðar gjøgnum bankapakkarnar fyri ístaðin at brúka pengarnar til at gera strategiskar íløgur uttan fyri Føroyar.
Hetta er ikki rætt. Bankapakkarnir skuldu brúkast til at halda føroysku vinnuhjólunum í gongd, og ikki til at gera strategiskar íløgur uttanlands við. Ágóðin frá bankapakkanum eigur avgjørt at koma føroyska borgaranum til góðar við tað at vit fáa bíligari fígging og bíligari tænastu frá peningastovnunum. Tað er jú bara 20 ár farin síðan føroyski skattgjaldarin rindaði fyri at bjarga bankakervinum.
Tað tykist sum um peningastovnarnir longu hava gloymt tað.