Fíggjarætlanin hjá Skopunar bygdarráð

Í samrøðuni, sum Eli Hentze hevði við bygdarráðsformannin í Skopun í blaðnum fyrradagin hendi ein teknisk telduvilla, sum ger, at fólk ikki fáa røttu fatanina av tølunum, Gerhard tosaði um. Vit prenta tí brotið umaftur:

»Gerhard Longberg heldur at til ber at klára skerini í góðum tíðum við trimum álíkningum. Skopunar bygdarráð hevur sett 1.3 milliónir av á fíggjarætlanini at gjalda skuld niður við.

? Sambært kommunuavtaluni eiga vit at gjalda 703.000 kr., men vit hava lagt eina 1/2 millión afturat á borðið fyri at vísa ein góðan vilja.

Allur peningurin verður tó ikki brúktur til at gjalda skuld fyri. Átrokandi neyðugt er at fáa eitt reinsiverk í bygdini. Vit hava sett knappa 1/2 millión av á fíggjarætlanini, tó at peningurin neyvan strekkir, men hetta er so ein byrjan, sigur formaðurin. Ein onnur 1/2 millión fer til egningaskúrarnar at gera teir lidnar. Annars er tað alt viðlíkahaldið og aðrar skyldur, bygdarráðið hevur so sum skúli, IRF o.a.«

Vit biða lesarar og Gerhard Lognberg umbera okkum mistakið.

blaðstjórin