Fígging av vallyftum og framtíðarætlanir

Nógv verður tosað um, at valevnini til kommunuvalið geva veljarunum alt ov nógv tóm lyfti bara fyri at verða vald inn í býráðið. Men her hetta rætt fyri øll? Eg skal ikki tosa fyri onnur, men flestu vallyftini, eg gav veljarunum við síðsta val, eru gjøgnumførd. Verið eg afturvaldur, ætli eg mær at syrgja fyri, at tey vallyfti, eg havi givið veljaranum hesaferð, eisini verða gjøgnumførd. Hetta eru ikki tóm orð, men byggir á neyvar metingar um, hvat kommunan hevur ráð til at raðfesta.
Eg havi t.d. givið ymisk lyfti í sambandi við býáaætlanir og íløgur í nýbygging í kommununi, um meira og betri brúk av bygningum, sum kommunan longu eigur, um betri útbygdar frítíðar- og ítróttarfasilitetir og betri umstøður fyri børn og ung á stovnum og í frítíðini - ikki bara í Havn, men eisini í útjaðaraøkjunum í kommununi, umframt onkur lyfti aftrat. Her fari eg at greina nærri, hvussu eg ímyndi mær, at ætlanirnar skulu fíggjast.
Lív í miðbýin
At vit skulu hava lív aftur í miðbýin í Havn, er helst eingin ósamdur í, men tað er mátin, vit fáa lív í býin aftur, fólk hava ilt við at semjast um. Eg havi verið við til at samtykkja, at 6 mió. kr. skulu setast av til arbeiðið at fáa lív í miðbýin tey næstu árini. Eg og onnur hava sett okkum fyri, at ein miðbýarætlan skal samtykkjast og verksetast komandi valskeið - harímillum ein ætlan fyri Steinatún, fyri Skálatrøð og fyri Tjóðpall Føroya, sum eisini skal vera partur av heildarætlanini fyri miðbýin.
Pengar av hesi upphædd eru harumframt settir av til at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eldri og siðsøgulig sethús í býnum. Vit mugu tryggja, at ávís grannaløg verða varðveidd í gomlum líki - t.d. í eldsta býarpartinum. Tíbetur eigur Havnin enn nógv varðveitingarverd eldri hús. Útlendingar hámeta okkum fyri, at vit ikki hava latið hesi vøkru hús fara fyri skeyti. Tey, sum vitja okkum, streyma til fyri at uppliva gomlu grannaløgini. Hetta er stórur partur av hugnum í býnum, sum vit mugu syrgja fyri, ikki hvørvur. Hin vegin eru onnur øki, har høvuðsferðsluæðrir fara ígjøgnum, ið veruliga treingja til at nútímansgerast, soleiðis at Havnin fær ein meira modernaðan dám t.d. í Steinatúni. Hetta fari eg at arbeiða fyri at fáa gjøgnumført.
Íbúðir eldri, støk og lesandi
Saman við Búðstaðir – er ein ætlan at byggja íbúðir á Óðinshædd at gera 22 íbúðir her er tað Búðstaðir sum fíggjar og ikki vit. Somuleiðis vil ein privat fyritøka vil byggja 64 eldra íbúðir við Sundsvegin.
Hitastova til heimleys
Kr 500.000 eru settar av í 2013
Talgildar tænastur /
Utbyggja okkara tænastur meira gjøgnum raksturin, hettar arbeiði er longu byrja.
Tónleika- og mentanarmiðstøð
13.3 million settar av til Mussikskúlan í 2013
Reinsariði eru 3 million settar í 2013

Ítróttur
Golfvøllurin á Glyvursnesi, 5 millionir eru settar av í 2013
50 metra svimjihylur, 10 millionir eru settar av í 2013.
Fótbóltsvøllur í Hoyvík, har eru longu 3 milliónir settar av
FIFA vøllur í Kollafirði og úti í Svanga eru eisini peningur til. Hesu arbeiði er byrja.
Frítíð:
Frítíðartilboð til triðja til fimta flokk í Badmintonhøllini
Ungdómshús í Kaldbak, á Velbastað, á Argjum og í Kollafirði her eru 1.500.000 settar av.

Spælipláss í Gundadali, peningur er settur av í 2012.
Natturupplivingarøki/ Djóradepil = 1.500.000 kr. settar av í 2013
Ferðsla.
Vit hava sett 1,5 millón av í 2013 til farðstøð í Kollafirði og í Kaldbak.


Framtíðarmál, sum eg meti vit skulu arbeiða víðari við.
Lendi til Barnagarð í Kollafirði. At fáa vinnulívsdeildina at lata uppaftur. Gera ein nýggja frítíðarstovn til børn og ung í Hoyvík, har er eitt økið við Karlamagnusarbreyt tøkt. Serstovur til børn við serligum tørvi í Hoyvík, her kunnu útbbyggja verandi karmar í Hoyvíkar skúla.
Vetrarfriðing í Kollafirði her kunnu vit byrja í smáum, tí økið er stort. Svimjihylurin í Nólsoy er eisini eitt mál, sum vit skulu finna fígging til. Ítróttarhøll í Vesturbýnum og á Argjum, skulu eisini raðfestast í framtíðini. Soumleiðis mugu vit gera ferðslutryggan veg við Skúlan á Løgmannabreyt.