Fíggindamyndir varaløgmans  les ikki hesa grein...

... um tú ikki orkar at hoyra politikarar viðgera tað, sum farið er  í longum greinum. Vit hava nógv stórmál at viðgera í Føroyum og áttu at nýtt orkuna til framtíðina. Men av tí at Bjarni Djurholm, varaløgmaður, í eini grein herfyri royndi seg sum søguskrivara við grovari útspilling av Tjóðveldisflokkinum og undir-ritaða, havi eg eftir drúgva umhugsan gjørt av at svara aftur. Hetta verður fyrstu ferð, at eg skrivliga greiði frá royndunum hjá Tjóðveldisflokkinum í fullveldissamgonguni við Fólkaflokkin frá 1998-2003.

Høgni Hoydal

Tað er stuttligt, men samstundis grátiligt at eygleiða, tá menninir í landsins hægstu størvum tríva í pennin og geva sítt íkast til politiska orðaskiftið í landinum. Her eru stórmál at viðgera og ørgrynna av óloystum trupulleikum. Seinastu mánaðirnar hava bæði løgtingsformaðurin úr Sambandsflokkinum, løgmaðurin úr Javnaðarflokkinum og nú seinast varaløgmaðurin úr Fólkaflokkinum, skrivað greinar í bløðunum. Men ikki eitt orð um politisku ætlanirnar hjá samgonguni ella um tær avbjóðingar, ið skulu takast í dagsins samfelag.
Hinvegin er felags boðskapurin: ABC-samgongan hevur onga ábyrgd av nøkrum. Tjóðveldisflokkurin er rótin til alt ilt  og tí ræður um at bryggja tær mest ótrúligu íspunnu søgurnar um Tjóðveldisflokkin. Fyri uttanfyristandandi má vera trupult at fata, at tað er Tjóðveldisflokkurin sum er í andstøðu og hinir eru í samgongu.
Eitt tað merkiligasta íkastið kom frá varaløgmanni Bjarna Djurholm (BD) fyri einum tveimum vikum síðani.

Frá fullveldissamtykt til sambandspolitikk
BD hevur gingið á odda í mótsigandi herferðini hjá samgonguni at leggja Tjóðveldisflokkin og undirritaða undir at hava tikið undir við yvirtøkulóg og uttanríkispolitisku ómegdarlógini. Men hann avdúkar greitt í síni skriving, at hóast hann var landsstýrismaður í undanfarnu samgongu, so var hann í andstøðu til alt, sum hendi á fullveldisleið og samstarvaði als ikki um tey mál, ið samgongan hevði sett sær.
Í 2001 arbeiddi landsstýrið eftir løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya Fólks. Tað var henda samtykt, ið ásetti:
-at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarætt sambært altjóða reglum
- at Løgtingið setti sær sum mál at skipa Føroyar sum land við fullveldi
-at blokkstuðulin skuldi minkast heilt burtur og búskapargrunnur stovnast
-og at øll stór málsøki skuldu verða yvirtikin innan 2008.

Tí var undirritaði eisini positivur, tá Fogh-stjórnin segði seg vilja samstarva um at fáa tey stóru málini á føroyskar hendur. Skjótt kom tó fyri ein dag, at Anders Fogh eins og Poul Nyrup Rasmussen, vildi bert samstarva um yvirtøkur, um vit samstundis játtaðu at binda okkum til danskan statsrætt og danska yvirvøld í Føroyum.
Undanfarna samgonga góðtók ongantíð donsku kravboðini, og tískil gekk eisini so striltið at yvirtaka málsøki. Kortini fjaldi BD ongantíð  hvørki í landsstýrinum, í almenninginum ella mótvegis donskum politikarum  at hann góðtók donsku krøvini.
Nú hevur hann fingið sín vilja. Burtur er fullveldissamtyktin, sum Fólkaflokkurin tíverri ongantíð helt seg til. Men hví hann skal draga Tjóðveldisflokkin við í knæfallið, er framvegis ein gáta. Tjóðveldisflokkurin hevru ongantíð tikið undir við hesi yvirtøkulóg ella uttanríkispolitisku ómegdarlógini.
Munurin millum støðuna í 2002, tá eg tosaði um sjeymílafet móti fullveldinum, og sambandspolitikkin, ið nú er settur í verk, kann best lýsast við, at tá høvdu vit eina løgtingssamtykt um fullveldi. Nú hava vit tvær løgtingslógir og tvær danskar ríkislógir, har Løgtingið hevur samtykt danska yvirvøld í Føroyum og hevur sjálvboðið lógarfest eina ómegdarstøðu.

Blint hatur til loysingarfólk
Greinarnar hjá varaløgmanni eru næstan líka skemtiligar sum greinarnar hjá Virgari T. Dalsgaard. Tykist nærum sum okkurt slag av blindum hatri til ikki bara Tjóðveldisflokkin, men til loysingar- og fullveldisfólk sum heild. Høvdu tjóðveldisfólk nýtt slíkan málburð og havt slíkar útspillingar av dønum, sum hesir menn nýta um føroysku loysingarrørsluna, so høvdu vit av røttum kunnað verið løgd undir hatur til Danmark og danir. Men stríðið fyri fólkarætti og javnrætti er ikki eitt stríð ímóti persónum ella ímóti eini aðrari tjóð. Tað er eitt stríð fyri nøkrum  eitt stríð fyri ábyrgd og fyri at vit kunnu samstarva við Danmark og onnur lond á jøvnum føti.
Og helst er tað júst her, at skammlopið hendir hjá BD. Tá Tjóðveldisflokkurin mótmælir, at samgongan hevur samtykt danska lóggávu, ið ger okkum til ein danskan landslut undir donsku grundlógini, sum bert kann gera avtalur við onnur sum Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne. So sigur BD, at vit eru ímóti dønum! At vit vilja konfrontasjón og øsing. Vit hava eisini fleiri ferðir hoyrt varaløgmann finnast at Tjóðveldisflokkinum á tingsins røðarapalli, har hann førir fram, at tjóðveldismenn hava danskar konur og at tjóðveldisfólk eru í donskum starvi. Júmen, hvat løgið er í tí? Tað er bert løgið, um tú hevur ta hatursfullu heimsmyndina, at føroyskt sjálvræði er eitt álop á danir.

Djurholm er ikki sambandsmaður
Fleiri tjóðveldisfólk skíra Bjarna Djurholm sambandsmann, men eg haldi ikki, tað er rætt at seta slíkt spjaldur á hann. Bjarni Djurholm heldur seg bara altíð til tey sterkastu og til tey, sum hava valdið. Hann arbeiðir eftir mínum tykki ikki eftir nakrari politiskari hugsjón ella ætlan um at broyta nakað í samfelagnum. Valdið skal vera á somu hondum, sum altíð. Um tað er í vinnulívinum, í politikki ella í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.
Bjarni Djurholm hevur altíð valt konfrontasjónina og øsingina heldur enn samstarvið, men ongantíð mótvegis teimum, ið hava valdið. Altíð er tað konfrontasjón við tey, ið krevja rættindir og ikki eru partur av etableraða valdinum.
Hetta minnir ikki sørt um tey, sum í skúlagarðinum altíð halda við meirilutanum og leiðarunum í skúlaflokkinum og gera sítt ítarsta til at tekkjast teimum  við at ýla við úlvunum og leggjast eftir teimum, sum ikki eru inni í hitanum.

Søgnin um fullveldissamgonguna
BD leggur í síni grein, trumfin á við at endurtaka útgávuna hjá Óla Breckmann (ÓB) um samgonguslitið í fullveldissamgonguni. Fyri ÓB er alt hetta spælið at geva Tjóðveldisflokkinum skyldina fyri, at fullveldissamgongan slitnaði, bert sjónleikur og gykl. Og tað dugir hann sera væl. Men okkurt bendir á, at Bjarni Djurholm trýr sjónleikinum.
Men søgan um fullveldissamgonguna er í veruleikanum rættiliga einføld.
Tá samgongan varð skipað í 1998 var tað við sera ringum tannabiti, at Fólkaflokkurin við ÓB og BD, fór í samgongu við Tjóðveldisflokkin. Øll minnast hvussu Óli Breckman undir samgongusamráðingunum royndi at forkoma samgonguni við ótespiligari útspilling av Heina O. Heinesen. Og øll minnast, hvussu Bjarni Djurholm sum tingmaður ferð eftir ferð gekk ímóti landsstýrinum í fullveldismálinum  enntá undan og undir samráðingunum við donsku stjórnina, sum við hesum fekk góð amboð at seta split í samgonguna.
ÓB segði longu í 1998, at nú kundi Tjóðveldið sleppa at spæla sær við fullveldinum í eini tvey ár  síðani blaka vit Tjóðveldið út og taka javnaðin ella sam-bandið inn. Hann roknaði ikki við, at tað nakrantíð fór at koma til nakra samráðing við donsku stjórnina, og at málið tí fór at doyggja burtur av sær sjálvum. Hann boðaði eisini javnaðarflokkinum frá hesi ætlan um at skifta, tá valskeiðið var hálvrunnið  og støðugt var samband millum partar av fólkaflokkinum og javnaðarflokkin um at vera klárur. Minst tríggjar ferðir í tíðarskeiðnum frá 1998 til 2002 sat Jóannes Eidesgaard uppi á nátt og bíðaði eftir ÓB og BD, sum høvdu lovað teimum, at fólkaflokkurin fór at skifta hest.

Fullveldið fór ov langt fyri Djurholm og Breckmann
Men ÓB og BD høvdu ikki roknað við, at eitt sáttmálauppskot og ein samráðing við donsku stjórnina fóru at koma so langt  og teir noktaðu tískil at góðtaka eina stutta skiftistíð í vissuni um, at hetta fór at slíta samráðingarnar.
Tá ið samráðingarnar slitnaðu á heysti í 2000, gjørdu ÓB og BD klárt at skifta út og taka konfrontasjónina við Tjóðveldisflokkin. Bjarni Djurholm varð settur í landsstýrið fyri Finnboga Arge.
Frá tá av byrjaðu landsstýrisfundirnir at gerast stríð og kegl. Og ferð eftir ferð hoyrdu vit BD boða frá í fjølmiðlunum um ætlanir, ið ongantíð høvdu verið viðgjørdar í samgonguni.
ÓB og BD høvdu regluliga samrøður við javnaðarflokkin. Men Anfinn Kallsberg hevði alment boðað frá fólkaatkvøðu, hóast partar av tingmanningini vóru hart ímóti  og hetta vóru ÓB og BD snøgt sagt í øðini um. Teir løgdu hart trýst á Anfinn Kallsberg  eisini alment í fjølmiðlunum. Og eftir míni meting hava teir havt onkra klemmu á Anfinni, tí knappliga broytti hann hugsan og avlýsti fólkaatkvøðuna uttan so mikið sum at tosa við Tjóðveldisflokkin áðrenn  tíansheldur við undirritaða, sum umsat málsøkið sjálvstýrismál.
Nú var alt klárt at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna. Tjóðveldisflokkurin setti fyrst hart móti hørðum við at fara í tingið við lógaruppskotinum um Sjálvstýri Føroya fólks. Men í seinastu løtu slakaðu vit  og tað var ábyrgdin hjá undirritaða.

Miseydnaða slitið
Nú høvdu ÓB og BD ikki fingið Tjóðveldisflokkin at slíta sum ætlað, so nú vóru góð ráð dýr. Eftir drúgvar náttarsamráðingar samdust samgonguflokkarnir um eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum at samtykkja tingmálið: Uppskot til samtyktar um Sjálvstýri Føroya Fólks. Tað var í hesum uppskoti, at blokkstuðulsniðurskurðurin varð settur til 300-400 mió. kr. og gjørt varð av at yvirtaka alt, so onki fíggjarligt og umsitingarligt trýst skuldi vera á fólki, tá tey á fólkaatkvøðu skulu taka støðu til at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.
Men bæði ÓB og serliga BD vóru hart ímóti hesi neyðsemju. Nú høvdu teir jú ikki livað upp til lyftini mótvegis javnaðarflokkinum  og teir søgdu tað vera óðamannaverk at minka blokkstuðulin og fremja tær yvirtøkur, ið vórðu ásettar í uppskotinum. Eftir langar vøkunætur, grát og tanngrísl, vann tó tann meirilutin í Fólkaflokkinum, sum tá ynskti at halda fram á fullveldisleið.
Eftir hesa uppgerð, var alt eitt støðugt stríð í samgonguni. Tá fíggjarlóg skuldi gerast, noktaði BD sum landsstýrismaður at gera nakrar sparingar í rakstrinum á sínum øki við teirri grundgeving, at Tjóðveldisflokkurin hevði skyldina av blokkstuðulsniðurskurðinum og nú máttu økini, sum Tjóðveldisflokkurin umsat, bera prísin.

Konfrontasjónirnar
Síðani kenna øll søguna. Opið kegl og stríð í samgonguni myndaðu lagið. Tjóðveldisfólk vóru ónøgd við gongdina og funnust harðliga at Fólkaflokkinum. ÓB og BD jarðløgdu Tjóðveldisflokkin í orðaskiftunum á tingi  og teir boðaðu fleiri ferðir frá, at teir fóru at taka undir við uppskotum frá andstøðuni um avgjaldslækkingar, skattalætta, privatar skúladeplar og annað. Teir leitaðu eftir einum møguleika at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna, og allar hugsandi konfrontasjónir vórðu royndar. Teir skipaðu so fyri, at Tjóðveldisflokkurin misti løgtingsformanssessin og Edmund Joensen valdur ístaðin eftir valið í 2002. Annlis Bjarkhamar varð sett frá sum landsstýrismaður sum hevnd fyri at Tjóðveldisflokkurin tók undir við misálitisváttan frá sambands- og javnaðarflokkinum á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, grundað á eina kanningarstjóraniðurstøðu. Hetta var eitt mál, sum hevði fingið ein og hvønn landsstýrismann úr øðrum flokkum at lagt frá sær sjálvboðin. Men sambært taktikkinum hjá ÓB og BD skuldi línan renna út øll sum hon var, so konfrontasjónin við Tjóðveldisflokkin kundi gerast høvuðsmálið, og landsstýrismaðurin varð tískil drigin ígjøgnum eitt púra óneyðugt alment sirkus.
Alt hetta bert til tess at íspinna mytuna, sum Bjarni Djurholm síðani hevur endurtikið upp í saman saman við ÓB og øðrum fólkafloksmonnum: At Tjóðveldisflokkurin sleit samgonguna við at leggja á løgmann og fólkaflokkin  m.a. orsakað av fíggjarstøðu landskassans. Tað sama eru javnaðarmenn og sambandsmenn farnir at sleingja út, hvørja ferð teir eru kroystir.

Óttin fyri at spara og taka inn
Onki kann vera meira fjart frá veruleikanum. Um Tjóðveldisflokkurin hevði viljað slitið fullveldissamgonguna, so vóru óteljandi høvi, har vit uttan himpr høvdu havt allar grundgevingar fyri at slíta. Tað var fólkaflokkurin, sum tvingaði løgmann at slíta og senda teir ómøguligu tjóðveldismenninar til hús.
Hinvegin var arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2004 uttan iva ein orsøk til at Fólkaflokkurin sleit samgonguna. Kravið frá fíggjarmálaráðharranum, Karsteni Hansen, var sum altíð eitt yvirskot á fíggjarlógini. Og tað megnaði hann øll 6 árini hann sat  eisini tað seinasta. Og í hansara fíggjarlógaruppskoti fyri 2004 vóru greið uppskot uml, hvussu sparast skuldi og hvussu fleiri inntøkur skuldu fáast til landskassan. M.a. við at leggja avgjøld á vørur, at lata arbeiðsmarknaðin fíggja barsilsskipanina og at skerja rentustuðulin til sethúsalán.
Alt hetta var BD so hart ímóti, at hann noktaði at taka lut á fleiri fundum um fíggjarlógina. Hann boðaði eisini skrivliga frá, at hann tók ikki undir við tí fíggjarlógaruppskoti, sum Karsten Hansen legði fram, tí hann góðtók hvørki sparingarnar ella nýggju inntøkurnar á hansara egna málsøki.

Eitt krav, sum ongin kundi uppfylla
Tað var tí eitt gylt høvi hjá ÓB og BD aftur at royna at fáa Tjóðveldisflokkin at slíta samgonguna, tá ein bók kom út um m.a. fortíðina hjá løgmanni. Onkusvegna visti Fólkaflokkurin um hesa bók. Og sum ketta burturúr høvdatrogi  áðrenn nakar hevði sæð nakra bók  valdi Fólkaflokkurin at senda Tjóðveldisflokkinum eitt bræv, har teir kravdu, at Tjóðveldisflokkurin reinsaði Løgmann fyri innihaldið í eini bók, sum vit ikki høvdu sæð. Brævið varð sent til allar fjølmiðlar, áðrenn tað var Tjóðveldisflokkinum í hendi.
Øll vita, at tað var sjálvsagt ógjørligt hjá Tjóðveldisflokkinum at skula reinsa løgmann fyri nakað sum hent var fortíðini.
Men á henda hátt offraði Fólkaflokkurin samgonguna og løgmann til tess at sleppa frá fullveldinum og fíggjarpolitikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Og tað varð gjørt so snilt, at bæði ÓB og BD úteftir kundu látast at stuðla løgmanni og gera hann til pínslavátt. Meðan Tjóðveldisflokkurin skuldi standa eftir sum teir ómøguligu og rabiatu bandittarnir  ja, skuldi passa í júst ta myndina, sum ÓB og BD høvdu roynt at geva av Tjóðveldisflokkinum síðani 80ini og sum teir messa upp í saman enn í dag.
Úrslitið kenna vit øll. Taktikkurin eydnaðist. Linjan hjá ÓB og BD hevur nú vunnið í Fólkaflokkinum. Bjarni Djurholm gjørdist varaløgmaður og fegnast dagliga um tann førda sambandspolitikkin og tekur frástøðu frá øllum, sum undanfarna samgonga gjørdi. Og  enn í hvussu er  fylgja hinir politikararnir í Fólkaflokkinum við. Tó hava Poul Michelsen og nakrar djarvar fólkaflokskvinnur váðað sær at tala at.
Soleiðis sær søgan út sæð frá einum, ið hevur verið við í gongdini allan vegin  og sum iðrar seg um, at vit lótu hesa gongdina fara alt ov langt, og at undirritaði var alt ov veikur í avgerandi løtum.