ÍF gevur Bartali leikbann

Undir dystinum millum ÍF og HB, sum ÍF vann 3-0, var ein hending, sum ikki akkurát var tað, sum sømir seg best á einum fótbóltsvølli.

 

Bartal Eliasen fekk viðgerð eftir harðan stoyt í hornasparksstøðu. Meðan Bartal gongur av vøllinum, rópa nøkur HB viðhaldsfólk háandi orð eftir honum, og í frustrasión fáa HB viðhaldsfólkini fingurin frá Bartali.

 

Í tíðindaskrivi staðfestir nevndin í ÍF, at ein spælari sum Bartal Eliasen hevur ein týðandi leiklut sum fyrimynd, og at nevndin ikki góðtekur slíkan atburð á vøllinum. Tí hevur nevndin valt at geva Bartali leikbann til dystin móti EB/Streymi, sum verður nú komandi sunnudag.

 

Samstundis inniheldur tíðindaskrivið eina umbering frá Bartali Eliasen til HB-viðhaldsfólkini.