ÍF gav harða mótstøðu


Tað eydnaðist klaksvíkingum at vinna seg fram til hálvfinaluna í steypakappingini, men tað skuldu 90 spennandi minuttir til, áðrenn víðari luttøkan varð staðfest

 

KÍ-ÍF 2-1 (2-1)


Løgmanssteyp


Tá lutur varð kastaður um fjórðingsfinalurnar í steypakappingini, mundi breið semja vera um, at klaksvíkingar vóru teir, sum høvdu fingið lættasta lutakastið. ÍF var einasta liðið úr aðru deild, sum framvegis var við í kappingini, so mette eftir hesum, skuldi talan verið um eitt yvirkomuligt mótstøðulið.

Hinvegin vistu klaksvíkingar av, at ÍF í ár hevur verið rættiliga væl fyri. Liðini hittust tvær ferðir í bólkaspælinum, og hóast KÍ vann hesar báðar dystirnar, so bendi avrikið hjá ÍF tá á, at liðið er betri fyri, enn teir hava verið seinnu árini. KÍ hevur hinvegin havt sínar trupulleikar við at spæla eitt nýtt lið saman. Stór útskifting hevur verið á liðnum í mun til í fjør, ungir leikarar eru settir við, so tað mundi ikki vera nakað at ivast í, at fuglfirðingar trúðu upp á møguleikan, tá teir fóru til Klaksvikar.


Øll málini í fyrra

Tá dysturin byrjaði, tóktist eisini greitt, at talan ikki á nakran hátt fór at gerast um ein lættan sigur til heimaliðið. Úr Klaksvík frættist, at talan kanska ikki var um tað vakra fótbóltsspælið á vøllinum, men hinvegin tóktust bæði liðini veruliga at gera eina roynd at leggja trýst á mótpartin. Vegna ov nógvar skeivar sendingar og basalar persónligar feilir gjørdist talan ikki um teir heilt stóru møguleikarnar, men hinvegin líktist tað ongantíð einum 0-0 dysti. Bæði liðini vóru framrættaði í útgangsstøðnum, og um miðjan fyrra hálvleik spurdist eisini úrslit burtur úr hesum.

KÍ fekk tá lagt seg á odda, eftir at Allan Joensen fyrst hevði snýtt ein fuglfirðing á miðvøllinum, fyri síðani at stinga fram til ein púra leysan Ova Nysted, sum kundi rullað í málið, eftir at hava rundað Ken Bærendsen í ÍF málinum.

Bert fimm minuttir seinni økti heimaliðið um leiðsluna, men hesa ferð var tað við góðari hjálp frá Ken Bærendsen í ÍF-málinum. Hjalgrím Elttør sendi eitt skot móti málinum. Í fyrstu atløgu støkk bólturin á tvørstongina, men tá málverjin so skuldi taka sær av bóltinum, misti hann onkursvegna takið á hesum, soleiðis at hann støkk inn í málið til 2-0.

Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá fuglfirðingum, men tað gekk tó bert ein lítil minuttur, áðrenn teir hvødu minkað munin niður í eitt mál. ÍF vann sær eitt hornaspark, og við nærmaru stong stóð Viggo Johannesen og stútaði í kassan, uttan møguleika hjá Meinhardt í KÍ-málinum at verja fyri.


Á veg upp

Sum dysturin leið, skuldi tað vísa seg, at tað skuldi ikki vera talan um meira enn hesi trý málini, sum vórðu skotin miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ikki tí, bæði liðini høvdu so avgjørt sínar møguleikar, og ikki minst komst hetta av, at talan var um ein rættiligan steypadyst.

Fuglfirðingar royndu áhaldandi at leggja trýst á KÍ-verjuna, og í royndunum at flyta spælið niðaneftir, viðførdi hetta sjálvsagt at umstøðurnar hjá KÍ at spæla kontrafótbólt batnaðu munandi. Við longum bóltum varð roynt at finna áleypararnar, men nærri enn einum skoti á stongina komu teir tó ikki. Hinvegin hevði ÍF ikki minni enn tvey skot á samankomingina, men sum kunnugt telir hetta ikki við, tá endaliga úrslitið skal gerast upp.

Hóast tað sostatt gjørdist til eitt farvæl fyri ÍF í steypakappingini, so skerst ikki burtur, at fuglfirðingar í ár hava tilfar til at vinna seg upp aftur í bestu mansdeildina. Avrikini í steypakappingini hava verið góð móti liðum úr bestu deildini, og millum annað tveir sigrar á sandoyingum boða frá, at liðið avgjørt hevur møguleika at standa seg í bestu deildini.


Dysturin í tølum

KÍ-ÍF 2-1 (2-1)

1-0: Ove Nysted

2-0: Sjálvmál

2-1: Viggo Johannesen


Dómari: Oddmar Andreasen


KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Símun W. Høgnesen, Niclas Niclassen (Erling Fles 45.(Rúni Elttør 90.)) ? Símun Joensen, Jan Joensen (Eyðun Klakstein 62.), Fríðin Ziskason, Allan Joensen, Harley Bertholdsen ? Ove Nysted. Hjalgrím Elttør

ÍF: Ken Bærendsen ? Tomek Prybilscki, Áki Petersen, Viggo Johannesen ? Torstein Joensen, Eyðolv Petersen, Roy Róin, John Thomsen (Hanus Eliassen 80.) ? Høgni á Lakjuni, Heini Heinason, Bárður á Lakjuni