ÍF ? Mjølnir 3 ? 0 (25-17, 25-20, 25-15)
Steypafinala, menn
ÍF hevði undan dystinum fingið at vita, at teir vóru favorittar at vinna. Tað royndi liðformaðurin hjá teimum, Bartal Eliasen at afturvísa, men í sjálvum dystinum var munurin stórur.
ÍF góðan dag
Steypafinala er ikki sum aðrir vanligir dystir. Karmarnir eru heilt serligir, og tað er dagsformurin, sum er avgerandi. Hjá ÍF tóktist alt at bera til. Liðið spældi dreymaflogbólt frá fyrsta bríksli, og Mjølnir hevði einki vápn at seta ímóti. Álopsspælið var tað besta, sæð er í hesum kappingarárinum. Boban Ilic, Kennet Neshamar og Bartal Eliasen vunnu allir at kalla øll álopini. Hagtølini vísa, at Mjølnir bara vann 5 blokkar í øllum dystinum, og tað sigur so mikið, at álopsspælið hjá ÍF var sera gott.
Í fyrsta setti gekk leingi javnt á, men spakuliga økti ÍF leiðsluna. Í hesum settinum vóru nógvar servuvillur frá báðum liðum. Tað man vera tí, menn ikki eru vanir at spæla í høllini á Hálsi. ÍF vísti gomlu dygdirnar. Teir kempaðu eftir hvørjum bólti, og fingu eisini teir flestu upp aftur í spæl. Hevingarnar frá Oddi Eliasen lógu væl, og hann megnaði at fáa allar við í spælið, men tær flestu fóru út á kantin til Boban og Bartal ella á diagonalin til Kenneth. Blokkurin hjá Mjølni hevði fleiri ferðir hendurnar á bóltinum, men tíverri fyri teir fór bólturin út, og stigini vóru tapt.
Ein sat við kensluni, at eins og hjá kvinnunum, so mundu menninir í Mjølni fara venda gongdini, sum dystinum leið. Í 2. setti var munurin eisini alla tíðina lítil, men ÍF var tó nakað frammanfyri. Mjølnir mátti stríðast fyri sínum stigum, men tað sá lættari út hjá ÍF at fáa stig. Borko Ilic í Mjølni var als ikki so væl við, sum hann plagar, og sama kann sigast um Rúna Elltør. Tí gekk álopsspælið ikki nóg væl hjá Mjølni. Eisini vóru móttøkurnar ov svingandi, og tað hevur sjálvandi stóra ávirkan á álopið. Hetta settið var tað javnasta, men Mjølnir tapti. Nú vóru menninir í somu støðu sum kvinnurnar. Kundu teir endurtaka bragdið?
ÍF í serflokki
Mjølnir visti, at nú skuldi tað vera. Í fyrstani gekk eisini sum tað skuldi. Mjølnir var nakað frammanfyri, og upp til 11-9 sá bara heilt væl út, men so stóð fast. Tað var sum um, at Mjølnir ikki spældi nóg væl saman. Teir vóru í hvussu er ikki sum teir plaga. Móttøkan fór av lagi aftur, og av tí sama steðgaði álopsspælið. ÍF helt á við sínum góða og trygga spæli. Teir gjørdu mestsum ongar villur, smashini eydnaðust væl, og tí var lítið um Mjølnir. ÍF var snøgt sagt betra liðið. Teir fingu spælið at síggja lætt út, og so vóru teir eisini lívligari úti á vøllinum. Spæligleðin lýsti av teimum, og við hesum spælinum eru teir favorittar at vinna føroyameistaraskapin eisini. Líka mikið hvat so Bartal Eliasen sigur.