Fyrr í dag vann suverena oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti, Mjølnir níggjunda sigurin av níggju møguligum, tá teir í Badmintonhøllini í Klaksvík vunnu 3-1 á SÍ.
SÍ kom annars væl frá byrjan og vann fyrsta sett 25-18, men so tók Mjølnir sær um reiggj og vann tey næstu trý settini 25-21, 25-16 og 25-22.
Sigurin merkir, at Mjølnir er greitt á odda við 27 stigum. Fleyr og SÍ hava 10 stig hvør og ÍF hevur fýra stig.
Hetta gevur ÍF møguleikan at hála væl inn á Fleyr og SÍ um teir vinna heimadystin ímóti Fleyr í høllini á Kambsdali sunnudagin.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum millum ÍF og Fleyr, ið byrjar klokkan 15. Aftaná dystin koma ljóðsamrøður við umboð fyri bæði liðini út á in.fo.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. FM1 kann eisini hoyrast á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8 (í Vestmanna), FM 95,5 og FM 98,7.