ÍF fer til Klaksvíkar við røttum ryggi

KÍ liðformaðurin heldur, at klaksvíkingar eiga at klára leiklutin sum stórfavorittar

Síðani á ólavsøku hevur tað ikki verið meiri enn passaligt hjá KÍ, sum nú er fimm stig og soltnari málmun frá oddaliðnum. Úrtøkan fimm tær seinastu ferðirnar hevur verið fimm stig – ein sigur, tveir javnleikir og trý tap.

 

Í dag vitjar botnliðið ÍF í Klaksvík.

-Vit hava viðhvørt havt trupulleikar á heimavølli av ÍF. Teir hava góðar framrættaðar spælarar, og síðstu tíðina hava vit ikki verið so sannførandi í verjupartinum, sum vit annars hava verið. Trýstið er á okkum, tí vit eru á heimavølli, meðan ÍF hevur alt at vinna, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen, og hann heldur fram:

-Vit arbeiða við at staðfesta okkum sum eitt av liðunum, sum kappast um FM, og vit eiga at megna at liva við, at vit í hesum dystinum vera roknaðir at vera favorittar.

Allir KÍ spælararnir hava vant síðstu dagarnar. Onkrir eru skaðadarvaðir, og tað er ivasamt, um Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og málverjin Kristian Joensen vera førir fyri at spæla ídag.

 

Í síðstu royndini undan landsliðssteðginum tók ÍF øll á bóli við á heimavølli at vinna 2-1 ímóti HB, sum frammanundan hevði vunnið á øllum toppliðunum.

-Vit hava gloymt stigatalvuna og spæla við nýggjari orku. Ivaleyst eru teir meiri plágaðir av nervum í Klaksvík, enn vit eru. Smakkurin av at vinna kendist so mikið góður, at vit ætla at gera alt fyri aftur í dag at kenna hann, sigur ÍF liðformaðurin Bogi Reinert Petersen.

Verjuspælarin Fritleif í Lambanum er skaddur, og tað er ivasamt, um málverjin, Henrik Lindhardt Jensen, verður førur fyri at spæla. Hann hevur ikki vant saman við hinum.

Miðverjin Poul Nolsøe Mikkelsen er tøkur aftur, eftir at hann í eitt ár hevur verið uttanfyri við krossbandsskaða.