Á pappírinum skuldi dysturin í Gundadalshøllini millum Fleyr og ÍF í Eikliguni hjá monnum ikki havt tað stóra upp á seg, tí ÍF var heili 11 stig frammanfyri á stigatalvuni. Men allíkavæl gjørdist talan um ein livandi dyst, ið gjørdist nógv tættari, enn 3-0 sigurin hjá fuglfirðingum sigur.
– Eg má viðganga, at í løtuni kann tað vera eitt sindur torført at motivera spælararnar. Fyri tað fyrsta, so eru vit so mikið langt framman fyri hini, men so ger seg eisini galdandi, at fleiri av teimum eisini spæla fótbólt og tí vóru nakað moyrir, sigur venjarin hjá ÍF, Suni Hansen.
– Hinvegin hevur Fleyr nógv gott fólk og fleiri landsliðsspælarar, so einki er at siga til, at teir fingu bitið frá sær. Men tað gjørdi so uttan iva eisini sítt til, at hetta var ein dystur, ið var stuttligur at spæla.
Fleyr kappast framvegis við SÍ um bronsuna, og tí sást á øllum brøgdum, at ÍF skuldi ikki koma sovandi til nakað sum helst. Úrslitið av tí gjørdist fleiri góðar duellir og ein dystur, ið bæði var stuttligur at spæla og at síggja, tí her var lív í.
Bronsukapping
Í fyrsta setti skuldu báðir partar líkasum finna seg til rættis, og tí vóru ikki tey stóru útsvingini har. Tá tað kom til endans, var ÍF tveir bóltar betri. Hinvegin vísti ÍF meira takt í øðrum setti, tá liðið fór 5-6 stig frá Fleyr miðskeiðis í settinum og vann tað rímiliga trygt.
Hinvegin var tað Fleyr, ið kom betur úr startholunum í triðja setti, tá støðan longu var 2-0 í settum til fuglfirðingar. Tað var nú, at Fleyr skuldi smekka til, skuldi nakað fáast burtur úr dystinum. Eitt skifti var Fleyr tí á odda 22-16, men megnaði ikki at gera arbeiðið liðugt – og so gjørdist tað í staðin ÍF, ið vann settið 30-28 og harvið eisini dystin.
Hóast tapið, droymir Fleyr framvegis um at fáa bronsuna, um SÍ ikki fer avstað við henni. Bæði lið hava tveir dystir eftir, og annar er enntá teirra millum í Sørvági leygardagin. Annars skal Fleyr fríggjakvøldið spæla á heimavølli ímóti TB, og SÍ spælir síðsta dystin í landskappingini á útivølli ímóti Mjølni.
SÍ er trý stig framman fyri Fleyr á stigatalvuni, so um sørvingar vinna bara ein dyst aftrat, er bronsan komin til høldar. Men eydnast tað ikki at vinna ein aftrat, er Fleyr bronsuvinnari, um havnarmenninir megna at vinna sínar báðar írestandi dystir.









