ÍF fekk fult á Toftum

Eftir tvey umfør hevur ÍF fulla úrtøku, og eftir tvey umfør eigur B68 framvegis fyrsta stigið til góða. Tað er fasittið, eftir at fuglfirðingar í dag hava verið á Svangaskarði, og nú eru á veg til hús aftur við 2-0 sigri.

Bæði máliini vórðu skorað í 2. hálvleiki, tá ið tað var meiri tyngd og broddur í álopsspælinum hjá báðum pørtum, enn tað var í tannleysa 1. hálvleiki.

Tað var málleyst, inntil tað restaði eitt korter. Tá skoraðu hvítklæddu fuglfirðingarnir tvær ferðir eftir einari lítlari løtu.

Simon Skibsted var meistari fyri fyrra málinum eftir innlegg úr vinstru, og innskifti Jákup Johansen skoraði seinna málið eftir misskiljing millum B68 málverjan og miðverjuna.

Úrslitið ber við sær, at B68 er stigaleyst undan útidystinum ímóti Víkingi, og at ÍF hevur seks stig undan Skírisdegi, tá ið fuglfirðingar fara í Gundadal at spæla ímóti meistarunum í B36.

 

B68-ÍF 0-2 (0-0)

Dómari: Lars Múller

0-1: Simon Skibsted 78.

0-2: Jákup Johansen 82.

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johannesen (Uni S. Djurhuus, 90.), Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard, Kristian Anton Andreasen (Haraldur R. Højgaard, 83.) - Dánjal Pauli Højgaard (Oddur Højgaard, 43.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Christian Høgni Jacobsen, Remi Langgaard, Jóhan Dávur Højgaard, Haraldur R. Højgaard

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin (Frank H. Poulsen, 71.), Thomas Asmunssen, Nenad Saric - Simon Skibsted (Høgni Madsen, 81.), Clayton Soares (Jákup Johansen, 64.)

Gult kort: Karl Løkin, Nenad Saric

 

Liðugt!

90 min.

0-2

 

85 min.

0-2: Jákup Johansen

Alt bendir á, at ÍF fer at vinna trý stig á Toftum, og at B68 aftur í dag einki stig fer at fáa.

Fimm minuttir undan leikloki er støðan 2-0 til ÍF. Málskjútti var innskifti Jákup Johansen, sum undan kappingarbyrjan skifti frá Skála og til Fuglafirðar. Tað tóktist sum talan var um misskiljing millum B68 málverjan og miðverjuna, og so var ÍF spælarin skjótur á bóltinum, sum hann lyfti upp um málverjan og í netið.

Í kuldanum er øgiligur fagnaður millum trúgvu ÍFáskoðararnar, meðan tað er væl skiljandi, at hýrurin millum B68 viðhaldsfólkini ikki er so góður!

 

--

80 min.

0-1: Simon Skibsted

Um B68 var kroyst undan dagsins uppgávu, so eru toftamenn ikki minni kroystir, nú tað resta tíggju minuttir av oyggjauppgerðini ímóti ÍF.

Fuglfirðingar hava lagt seg á odda. Málskjútti var Simon Skibsted. Eftir innlegg úr vinstru sneiddi hann seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann smekkaði til, og so var 1-0 til ÍF!

--

 

75 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst á Toftum, har B68 og ÍF spæla.

Eftir steðgin hevur verið meiri broddur í álopsspælinum. Fyrstu løtuna vóru fuglfirðingar fleiri ferðir tætt við, uttan at tað eydnaðist at skjóta mál.

So svaraði B68 aftur, og nú tað restar eitt korter, hava heimamenninir svarað aftur. Christian Høgni Jacobsen var einsamallur ígjøgnum, men Jákup Mikkelsen bjargaði, og lítla løtu seinni sendi innskifti Oddur Højgaard í tvørtræið.

 

--

Oyggjauppgerð er á Svangaskarði, har ÍF vitjar B68. Fyrsta bríkslið var klokkan 16, og eftir 1. hálvleik er støðan framvegis málleysur javnleikur.

Tað eru hampulig líkindi at spæla. Tað er turt, og lotið er lítið, men tað er ógvuliga kalt.

Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Sum tíðin leið, vóru fuglfirðingarnir eitt vet omaná, og Nenad Saric hevði kiksaða roynd úr brotsteiginum í vinstru. Fram ímóti steðginum svaraði B68 aftur, og Jákup bjargaði ta einu ferðina til horna.

Dómarin hevur tvær ferðir havt gula kortið á lofti, og báðu ferðirnar hevur tað verið til heimamenn - Christian Høgni Jacobsen og Remi Langgaard.

 

B68-ÍF kl. 16.00

Dómari: Lars Múller

B68: Hans Jørgensen - Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johannesen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard, Kristian Anton Andreasen - Dánjal Pauli Højgaard (Oddur Højgaard, 35.), Christian Høgni Jacobsen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Thomas Asmunssen, Nenad Saric - Simon Skibsted, Clayton Soares