steypafinalan:
Leygardagin 17. februar verða steypafinalurnar leiktar í Høllini á Nabb, og sambært forsøgnini á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum á www.fbf.fo, verður tað ÍF sum fer avstað við sigrinum. Íalt 54 % hava mett at ÍF fer at vinna, meðan 46 % meta at Mjølnir verður tað betra liðið.
Bæði feløgini hava sett liðini, og yvirlit yvir hesi sæst aðra staðni á síðuni.
Samanbering
Vit hava eisini gjørt eina samanbering millum liðini. Eftir hesum at døma eru liðini ógvuliga jøvn, tá hugsa verður um miðalhædd, landsdystir í meðal og miðalaldur. So tað verður ikki á hesum økinum at nakað av liðinum fær ein avgerðandi fyrimun.
Samanbering millum liðini
ÍF Mjølnir
Miðalhædd: 184,2 183,8
Lægsti leikari: 177,0 175,0
Hægsti leikari: 191,0 192,0
Landsdystir í miðal: 4,9 6,6
Flestar landsdystir: 26,0 36,0
Miðalaldur: 25,2 26,2
Elsti leikari: 40,0 36,0
Yngsti leikari: 17,0 21,0
Seinasti dysturin millum liðini var leiktur fyri 10 døgum síðani á Kambsdali, og tá vann ÍF 3-2, harav seinasta settið endaði 15-13. Hetta var ein væl leiktur dystur, har bæði liðini stríddist til seinasta bólt.
Tvíburðar berjast
Hetta er eisini fyrstu ferð í Føroya Søgu, at tveir tvíburðar leika steypafinalu ímóti hvørjum ørðrum, við tað at leikandi venjararnir hjá ÍF og Mjølni eru tvíburðar.
Leikandi venjarin hjá Mjølni Borko kom higar fyri 2 árum síðani, meðan leikandi venjarin hjá ÍF Boban kom higar hetta kappingarárið. Báðir leikararnir hava avgerðandi týdning fyri teirra lið, og spennandi verður at síggja hvør teirra verður omaná eftir dystarlok.
Finalurnar vera sum sagt í Høllini á Hálsi leygardagin, og byrja verður við kvinnufinaluni kl. 14,30 meðan mansfinalan verður beint aftaná.