ÍF: Farna kappingarár skal vaskast av

Andy Olsen og hinir í ÍF eru toyttir av at hoyra um vánaliga kappingarárið í fjør

Tað er komið nýtt lív í ÍF, sum bara fekk seks stig farna kappingarár. Nýggir í hópinum eru Milos Budakovic úr TB, Filip Djordjevic úr Víkingi, Jens Joensen úr næstbesta liðnum hjá KÍ, Sjúrður Pauli Nielsen er leigaður úr NSÍ og nýggjur áleypar úr Serbia er Uros Stojanov. Seinasti trumfurin var at fáa Hákun Edmundsson til felagið. Hann hevur verið illa raktur av skaðum, men nú er hann tøkur og spælir á verjukenda miðvøllinum hjá ÍF.

- Eg haldi at eg hoyri fyri tað hvønn dag. Tað er ræðuligt og vit mugu vaska tað av okkum sum skjótast, sigur Andy Olsen.

35 ára gamli søldfirðingurin hevur framvegis ikki eina forkláring upp á hvat hendi í fjør. Tað bleiv bara til ein sigur og tríggjar javnleikir.

- Hatta er so ringt at svara uppá. Vit flyta upp árið fyri og liðið byrjaði at rigga, men tá kappingarárið í 2019 byrjar hava vit næstan eitt nýtt lið. Tað gongur illa fyrstu dystirnar og tað endar bara við at einki riggar. Tað rakar sálarliga og tú tolir ikki at koma afturúr, sigur Andy Olsen.

 ##med2##

Frágongdin telur Dávid Langgaard, Petur Meinhard Magnussen (FC Hoyvík) og Holgar Durhuus, meðan spælarar sum Høgni Zachariassen, Alex dos Santos, Sverri Ellingsgaard og Frank Poulsen eru givnir.

- Málið er at sleppa undan niðurflytingarstríðnum. Tað er órealistiskt at hyggja upp á topp-fimm, men vit skulu yvirliva og helst sleppa undan niðurflytingarstríðnum, sigur Andy Olsen.

##med3##

ÍF skal í morgin spæla móti Skála á Skála. Dysturin byrjar klokkan 16. FM1 og In.fo fylgja gongdini í 1. umfari, sum strekkjur seg frá klokkan 15 til 21.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 9. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1