HIK taldi profilar sum Carsten Frederiksen og Nick Christensen, og vann triðbestu donsku deildina í fjør, men tapti dystin um uppflyting. Tí var uppgávan serstakliga trupul.
ÍF Føroyar var ikki undir eins stórum trýsti og Føroyar var í móti Týsklandi fríggjakvøldið, men tað var ikki langt frá.
Ikki tí, ÍF Føroyar var so sera nær við at minka um munin í yvirtíðini, tá vælspælandi Hanus Eliasen sendi fríspark á tvørtræið. Men eins og týsku landsliðsleikararnir, so vóru HIK eirindaleysir, vunnu bóltin, fluttu hann skjótt niðan í hin endan og gjørdu fjórða málið.
Sostatt kundi dysturin endað 1-3, og ikki 0-4 sum hann gjørdi, skrivar heimasíðan hjá ÍF Føroyum.