ÍF Føroyar tapti aftur

Tað eydnaðist ikki hjá ÍF Føroyum at vaska keðiliga tapið frá fyrsta leikdegi av sær, tá liðið leygardagin á útivølli møtti KFUM

Fyrri hálvleikur var annars rímiliga javnur, og var føroyska útisetafelagið aftanfyri 2-1. ÍF Føroyar kom afturum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men Vagnur Mohr Mortensen javnaði stutt eftir. Gleðin var tó stutt, tí beint fyri hálvleik skoraði KFUM aftur. Í seinna hálvleiki skoraði KFUM tvey mál aftrat, áðrenn Bjarni Justinussen minkaði um munin til endaliga úrslitið 4-2. Tapið fyri KFUM var á ongan hátt nøktandi hjá ÍF Føroyum, sum í morgin spælir móti Bispebjerg. Vagnur Mohr Mortensen var av liðfeløgunum valdur at vera dagsins leikari eftir dystin.