Føroysku útisetarnir í Keypmannahavn í ÍF Føroyum spældu í gjárkvøldið í donsku steypakappingini ímóti VB 1968.
Tað eydnaðist tíverri ikki ÍF Føroyum at spæla seg víðari í steypakappingini, hóast møguleikarnir í gjár avgjørt vóru til staðar.
Dysturin, sum noyddist heilt út í longda leiktíð, endaði við einum teprum 2-1 tapi til ÍF Føroyar.
Tað var annars ÍF Føroyar sum byrjaði dystin betur, og teir løgdu seg eisini uppiborið á odda 1-0 tá gott og væl 25 minuttir av dystinum vóru leiktir. Málskjútti var fyrrverandi landsliðsleikarin, Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði eitt frálíkt mál eftir langskot úr eini 40 metrum.
Eftir hetta hevði ÍF Føroyar eisini ríkiligt av møguleikum til at leggja seg á odda bæði 2 og 3-0, men tað eydnaðist ikki.
Ístaðin eydnaðist tað VB 1968 at javna tá 85 minuttir vóru leiktir.
Dysturin noyddist sostatt út í longda leiktíð. Og einsamalla málið í longdu leiktíðini fekk mótstøðuliðið VB 1968. Málið kom uppá brotsspark, har føroyski verjuleikarin, Bárður Danielsen, varð útvístur í støðuni. ÍF Føroyar skuldi tí stríðast í undirtali fyri at fáa útjavnandi málið í longdu leiktíðini.
Hóast føroysku leikararnir løgdu eitt trýst á, eydnaðist tað ongantíð av álvara at hótta mótstøðuliðið í longdu leiktíðini.
Samanumtikið eitt úrslit sum føroysku útisetarnir í Keypmannahavn kunnu iðra seg um. Tí um teir høvdu spælt seg víðari í gjárkvøldið, høvdu útlitini verið góð fyri, at felagið kundi trekt okkurt lutfalsliga kent danskt felag í komandi umfari.
Liðið hjá ÍF Føroyum í gjár: Jákup Emil Hansen – Ragnar Poulsen, Bárður Danielsen, Erland B. Danielsen, Jóhan V. Gunnarsson – Emil N. Leifsson, Pætur Jørgensen – Kristin R. Mouritsen, Christian Høgni Jacobsen, Jóhan Ellingsgaard – Jósup Henriksen.
Á bonkinum hjá ÍF Føroyum í gjár byrjaðu: Bartal Højgaard, Jóhannus Mikkelsen, Jens Michael Jensen
ÍF Føroyar – VB 1968 1-2 Eftir longda leiktíð