Fótbóltur
Hjá fótbóltshugaðum føroyskum útisetum á Keypmannahavnarleiðini hevur ÍF í mangar mátar verið eitt frístað, har ítriv og sosialur hugni hava staðið ovarliga á breddanum.
Úrslitini hava mangan verið sveiggjandi, men so hvørt sum alt fleiri føroyingar eru farin til Danmarkar í lestrarørindum, er styrkin á liðnum økt, og talan hevur eisini verið um uppflytingar.
Lopfjøl til elituna
Talan hevur tó fyri tað nógva framvegis verið um »hugnafótbólt« hjá spælarum, sum væl hava hug at halda fram við fótbóltinum. Men sum kanska ikki halda seg hava stundir at nýta mest sum hvørt kvøld til ítrivið. Ella kanska hava teir bara valt hesa »tryggu« loysnina, heldur enn veruliga at satsa upp á at koma til eitt sterkari danskt felag, har sosiala baklandið als ikki er hitt sama.
Og hóast samstarvsavtala nú er gjørd við Fremad Amager, so vil formaðurin í ÍF Føroyum ikki staðfesta, at talan nú verður um eitt meira seriøst felag.
- Fundamentið hjá felagnum hevur altíð verið tann sosiali parturin, og tað fer tað framvegis at vera. Hinvegin hevur felagið seinnu árini havt eitt gott fyrstalið, har flestu spælararnir hava royndir úr fremstu føroysku deildini. Tað ger væl av sær sjálvum, at ambitiónirnar og vinnaraviljin á liðnum verður sterkari, og á tann hátt er liðið vorðið meira seriøst.
Men kann hetta ikki eisini stuðla uppundir, at onkur evnaríkur spælarar í framtíðini vilja royna tykkum sum lopfjøl til bestu donsku deildirnar?
- Tað er ikki óhugsandi, og slíkir spælarar skulu so sanniliga vera vælkomnir. Tað, sum eg meini við, er tó, at ambitiónirnar hjá felagnum ikki kunnu vera hægri enn eitt vist. Og í toppinum eru tað ambitiónirnar hjá spælarunum og venjarunum, sum stýra hesum.
Sosialt trygdarnet
Eitt er, at ÍF Føroyar við avtaluni kann gerast meira spennandi hjá ungum strembandi fótbóltsspælarum, sum flyta til Danmarkar. Men samstarvið byggir eisini á, at útisetafelagið í ávísan mun kann virka sum trygdarnet hjá føroyskum spælarum.
- Tað rokni eg eisini við kann verða ein týðandi uppgáva hjá okkum í hesum. Tað kann jú vera, at onkur ungur spælari, sum fer at royna seg hjá Fremad, als ikki trívist í einum til tíðir hørðum elituumhvørvi. Tá kann tað vera sunt hjá spælarunum, at hann verður »fluttur niður« til okkum, ístaðin fyri at »flýggja« heimaftur. Og møguliga er ein slíkur trygdarventilur eisini júst tað, sum kann gera, at enn fleiri ungir spælarar tora at fara av landinum at royna seg. Og tað er nakað, sum føroyskur fótbóltur veruliga kann fáa gagn av, sigur Eyðun Højgaard.
sterkasta liðið hjá ÍF Føroyum spælir í løtuni í Keypmannahavnarseriuni. Hóast fleiri sterkir spælarar eru fluttir úr felagnum seinastu tvey árini, so eru enn fleiri, sum hava royndir úr fremstu føroysku deildini.