ÍF Føroyar móti Laudrup og øðrum

ÍF Føroyar skal í morgin spæla móti FC Græsrødderne, sum hevur eftirnøvn sum Laudrup og Wozniacki á liðnum

Innleiðandi umførini í donsku steypakappingini í fótbólti eru í gongd í løtuni. Í morgin skal ÍF Føroyar spæla móti kendasta seriu-liðnum í Danmark. Tað er liðið FC Græsrødderne, sum Mads Laudrup setti á stovn fyri nøkrum árum síðani.

 

Liðið telur umframt sonin hjá Michael Laudrup, eisini sonin hjá Brian Laudrup, Patrik Wozniacki, sum er stóri beiggi tennisstjørnuna, Caroline Wozniacki. Hartil eru nógvir spælarar við nógvum royndum úr donskum fótbólti.

 

Millum annað kunnu nevnast Carsten Fredgaard (Sunderland, WBA), Dennis Cagara (Herta Berlin, Frankfurt), Jan Frederiksen (Brøndby, Wisla Krakow), Martin Bro Johansen (FCK, Coventry) og Poul Hubertz(Millwall, Northampton, FC Midtjylland).

 

Føroyska liðið spælarar sum Rógva Joensen, Boga Løkin, Jóhan Jacobsen, Beinir Ellefsen og Jóhan V. Gunnarsson, sum allir hava drúgvar royndir í bestu deildini í Føroyum. FC Græsrødderne skal eftir summarferiuna, eftir fýra beinleiðis uppflytingar, spæla í Seriu 1. Tað er ein deild undir Københavnerserien, har ÍF Føroyar spælir.

 

Dysturin verður stroymdur á pokalturnering.dk. Dysturin, sum verður spældur í Gentofte, byrjar í morgin klokkan 19.