Felagið er eitt áhugafelag og flestu limir felagsins eru undir útbúgving. Alt arbeiðið í og rundanum felagið er ólønt. Hetta setur sjálvsagt høg krøv til allar limir felagsins og til tað sjálvbodna arbeiðið sum verður gjørt. Farna kappingarár hevði ÍF Føroyar hondbóltur trý lið meldað til hondbóltskappingina hjá Dansk Håndbold Forbund – tvey manslið og eitt kvinnulið.
Trupul byrjan
Kappingarárið byrjaði við, at ÍF Føroyar hondbóltur stóð í einari sera truplari støðu, bæði fíggjarliga og ítróttarliga. Felagið hevði kappingarárið frammanundan fingið eina stóra bót, samstundis sum at øll trý liðini vórðu tvangs-niðurflutt ein deild.
Tað stóð illa til, og avgerð skuldi tí takast um áhugi var í at halda felagnum koyrandi ella um lykilin skuldi snarast um og skarvurin gevast yvir. Tíbetur valdu nakrar eldsálir at taka um endan og fáa øll viðurskifti í rættlag, og gera tað sum skuldi til fyri at felagið skuldi fáa ein sunnan rakstur og positivan identitet. Fyrsta stigið var at fáa sponsorar til tey trý liðini hjá felagnum. Eik, J&K Petersen og Trygd stóðu klár á gáttini og so var árligi raksturin tryggjaður.
Fyri at skapa ein betri og klárari identitet valdi felagið at gera sær eina nýggja heimasíðu, sum MEST/PAM gjarna vildi stuðla. Og fyri at gjalda bótina skipaði felagið fyri einum bingo-tiltaki, sum vísti seg at vera ein brakandi succes. Eftir eina sera trupla byrjan uppá kappingarárið fekk føroyska hondbóltsfelagið aftur vind í seglini.
Rammurnar vóru komnar uppá pláss, so nú kundu leikarar og venjarar brúka tíðina uppá tað ítróttarliga. Málið var klárt – øll trý liðini skuldu rykkja upp!
Áhugin fyri at spæla hondbólt millum útisetarnar hevur altíð verið stórur, men óvissan rundanum felagið í byrjanini av árinum hevði við sær, at summir leikarar leitaðu sær til onnur feløg at royna seg. Men sum kappingin leið so komu leikararnir allir »heim« aftur, samstundis sum fleiri nýggj andlit eisini funnu vegin fram til ÍF Føroyar hondbólt.
Tey góðu úrslitini og positivi felagsandin smittaði av sær. Hondbólturin blomstraði aftur og áhugin rundanum felagið vaks eisini.
1. manslið flutt upp
Úrslitini á vøllinum talaðu fyri seg. Besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbólti leikti í Seriu 1 og fyri at rykkja beinleiðis upp aftur í Kvalifikatiónsrekkjuna skuldi bólkurin vinnast. Á síðsta leikdegi fekk ÍF Føroyar vitjan av Gladsaxe HG, sum undan dystinum hevði líka nógv stig sum ÍF Føroyar. Fyri at 1. liðið skuldi rykkja upp var ein sigur eitt krav. Dysturin var sera tættur og spennandi, men endaði tíverri við einum javnleiki.
Hetta merkti so at ÍF Føroyar endaði nummar 2 í bólkinum og skuldi tí út í eina upprykkingarkapping í móti tveimum liðum í tveimum øðrum bólkum. Hendan kappingin varð hildin á Bornholm og vinnarin av kapping rykti so beinleiðis upp, meðan nummar 2 skuldi út í enn eina upprykkingarkapping. Aftur hesaferð endurtók søgan seg. ÍF Føroyar endaðu eftir tveir sera spennandi og tættar dystir nummar tvey.
Nú var so bert ein síðsti tjansur eftir fyri at rykkja upp. Hesaferð skuldi liðið út í eina kapping har tvey lið úr Seriu 1 og tvey lið úr Kvalifikatiónsrekkjuni leiktu um rættin at spæla í Kvalifikatiónsrekkjuni. Fýra lið vóru í kappingini og tvey tey bestu liðini sloppu at spæla í Kvalifikatiónsrekkjuni. ÍF Føroyar liðið var sera væl uppsett til kappingina og gjørdi reint borð. Liðið vann allar sínar dystir og vann sær tískil rættin til at spæla í Kvalifikatiónsrekkjuni komandi ár.
Minni dramatikkur yvir 2. manslið
Hjá 2. mansliði var ikki eins nógvur damatikkur. Næst besta liðið hjá felagnum var nógv tað besta liðið í sínum bólki og tryggjaði sær tíðliga í kappingini rættin til luttøku í Seriu 2 komandi ár. Hjá kvinnunum eydnaðist tað tíverri kki at rykkja upp. Tó hvødu kvinnurnar eitt fínt kappingarár og endaðu nummar 5 í sínum bólki.
Uppflyting er málið aftur komandi ár
Kappingarárið 2012/2013 er endað, og tað kann ikki sigast annað enn at tað hevur verið eitt framúr gott kappingarár fyri ÍF Føroyar hondbólt. Til komandi ár hevur felagið aftur sett upprykking á dagsskránna. Kvinnurnar og 2. manslið skuldu gjarna haft góðar møguleikar fyri at rykkja upp. Og um hópurin hjá besta mansliðinum verður tann sami komandi ár, so er ikki óhugsandi at 1. liðið eisini kann vera við í stríðnum um at rykkja upp í 3. división komandi ár. Eydnast tað, so er tað fyrstu ferð í søgu felagsins at eitt lið hjá ÍF Føroyar hondbólti leikara í 3. división.
Bjørt framtíð
Framtíðin hjá ÍF Føroyar hondbólti sær sera spennandi út, men tað er umráðandi at minnast at limirnir í felagnum eru lesandi, og at útskiftingin av leikarum tí kann vera stór. Av tí sama so fer tað altíð at vera stórur munur á hvussu nógvir leikarar eru í felagnum og hvussu høgt støðið er.
Tá tað er sagt, so er hópurin í felagnum í dag ein tann størsti og sterkasti hann nakrantíð hevur verið.