ÍF Føroyar flutti upp

Besta liðið hjá útisetafelagnum í Keypmannahavn hevur um vikuskiftið tryggjað sær uppflyting til keypmannahavnarseriuna

ÍF Føroyar

Eftir trý kappingarár í seriu 1 undir KBU (Københavns Boldspil Union), eydnaðist tað enn einaferð 1. liði hjá ÍF Føroyum at flyta upp. Síðst liðið flutti upp var í 2002, tá tað vann seriu 2.
Leygardagin spældi ÍF Føroyar á útivølli ímóti Fremad Valby, og úrslitið gjørdist 1-1. Pætur Dahl skoraði málið hjá føroyingunum. Hóast ÍF Føroyar hevði greiða yvirvág, eydnaðist ikki at fáa vinnandi málið.
Tá nærmasti kappingarneytin eisini misti stig í dag, sunnudagin, var greitt, at ÍF Føroyar komandi kappingarár spælir í keypmannahavnarseriuni. Undan seinasta umfarinum er nevniliga greitt, at ÍF Føroyar endar á einum øðrum plássi, og tað gevur beinleiðis uppflyting.
Julian Hansen var venjari meginpartin av kappingarárinum, men tá boð vóru eftir honum úr barndómsfelagnum HB, tók Frankie Jensen um endan og fullførdi tað verk, ið Julian sum venjari legði lunnar undir.


Manningin, sum var við í næstsíðsta dystinum í hesum kappingarárinum. Aftast frá vinstru: Niels Joensen, Petur Óli Samuelsen, Jan Skoradal, Rógvi Joensen, Høgni Warberg, Pætur Marjunarson Dahl, Jan Guttesen, Heini í Skorini, Frankie Jensen (venjari). Fremst frá vinstru: Ken Nónklett, Jan C. Dam, Eyðun Højgaard, Sunvard Joensen, Andras Splidt, Finn Mørk, Eyðstein Simonsen. Leivur Hansen vantar á myndini.