Oyggjauppgerðin í Fuglafirði, har Skála vitjar, var ógvuliga friðarlig í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki er meiri futtur komin í, serliga eftir at ÍF hevur lagt seg á odda.
Málskjútti hjá ÍF var Balazs Sinko, sum var púra leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Predrag Markovic. Skála hevur hildið seg rættuliga aftarlaga, men eftir at ÍF hevur lagt seg framum, eru skálamenn farnir longri fram.









