Hóast B68 so rudduliga tapti í 20. umfari, tá ið toftamenn leygardagin høvdu vitjan av ÍF, so er tað einki, sum talar fyri, at B68 ikki verður annað felagið í næstbestu deildini, sum í 2008 fer at spæla Formula fótbólt.
Leingi hevur ÍF runnið aftaná FSV04, men leygardagin eydnaðist tað ÍF at lyfta seg upp á næstfremsta plássið. FSV04 hevur verið óstøðugt í nógv umfør, og í dag taptu teir úr Sandavági, tá ið teir vitjaðu í Sørvági.
Hjá ÍF hevur tað leingi gingið sum eftir ánni. Trivaligi 3-0 sigurin á Svangaskarði var sætti sigurin upp í slag. ÍF hevur ikki tapt, síðani fuglfirðingar 23. juni í 14. umfari taptu 1-0 í Leirvík.
24. og 25. umfar verða avgerandi fyri, um tað verður ÍF ella FSV04, sum skal flyta upp saman við B68. Í 24. umfari fer FSV04 at fáa vitjan av ÍF, og í 25. umfari fer FSV04 at spæla á Svangaskarði.
Bæði botnliðini ? B36 og KÍ ? taptu. SÍ, sum er liðið, ið KÍ kanska hevur møguleika at fáa fatur á, fekk fulla úrtøku leygardagin.
Støðan eftir 20 umfør (B36 og TB hava spælt 19 ferðir):
B68 55 stig
ÍF 43 stig
FSV04 40 stig
LÍF 31 stig
TB 27 stig
HB 26 stig
NSÍ 22 stig
SÍ 18 stig
KÍ 14 stig
B36 8 stig
21. umfar verður leygardagin 25. august:
LÍF-SÍ
TB-ÍF
HB-B68
FSV04-NSÍ
B36-KÍ