Seinna FM-finalan í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti varð spæld í stórhøllini á Hálsi í dag, har ÍF hevði vunnið sær góðan fyrimun ímóti Mjølnir umvegis 3-2-sigurin í fyrru finaluni fyrrakvøldið.
Tað gekst eisini eftir vild hjá ÍF, sum vann fyrsta sett 25-19. Mjølnir svaraði aftur og við 25-22 í øðrum setti javnaðu teir til 1-1 í settum, men hetta var eisini tað tættasta, sum klaksvíkingar komu FM-steypinum.
Tað stóð á jøvnum 22-22 í triðja setti, tá ið tað koppaði til ÍF, sum vann tað 25-22 og harvið var á odda 3-1 í settum. Í fjórða setti var eingin ivi – Mjølnir misti mótið, og ÍF vann tað ruddiliga 25-10 og harvið finaluna 3-1.
Sigurin í dag merkir, at oddaliðið í meistaradeildini í ár, ÍF, nú kann kalla seg føroyameistara við 2-0 í dystum í FM-finalurøðini ímóti Mjølnir.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá finaluni, sæst niðanfyri:
ÍF – Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12)
1. sett:
ÍF fekk ta betru byrjanina og kom á odda 5-2. Mjølnir svarar aftur og javnar við støðuna 8-8. Liðini fylgjast til 10-10, men tá dregur ÍF frá aftur og vinnur fyrsta sett 25-19.
2. sett:
Hesaferð er tað Mjølnir, ið fær greitt betru byrjanina og leggur seg á odda 8-3 áðrenn ÍF tekur timeout. Hetta hjálpir, tí ÍF vinnur næstu fýra bóltarnar og minkar niður í 8-7, men síðani tekur Mjølnir sær um reiggj og byggir sær stóra leiðslu. Eina løtu eru teir á odda heili 21-10, og hóast ÍF berjir seg væl innaftur í settið, so endar tað við, at Mjølnir vinnur tað 25-22 og harvið javnar til 1-1 í settum.
3. sett:
Aftur leggur Mjølnir væl frá landi og er á odda 7-2, tá ið ÍF etur seg inn á teir aftur og javnar við støðuna 11-11. Mjølnir fær lítla yvirvág, men annars er tað stavn um stavn til 20-20, tá ÍF fer framum við tveimum, men verða tiknir aftur við støðuna 22-22. Hesa løtuna kann tað fara báðar vegir, men tað er ÍF, sum dregur longra stráðið og vinnur triðja sett 25-22.
4. sett:
Í hesum settinum er eingin ivi. Mjølnir er bara við fyrstu løtuna, tí so dregur ÍF frá og við frálíkum flogbólti stevna teir ímóti FM-heitinum og taka vónina frá einum uppgevandi Mjølnir-liði. ÍF vinnur settið 25-12, dystin 3-1 og finalurøðina 2-0. ÍF er føroyameistari 2018.