Flogbóltur
Sætta royndin hjá ÍF at fáa stig miseydnaðist eisini, og í staðin bleiv tað Fleyr, sum fekk tvey kærkomin stig, tá liðini møttust í Havn sunnudagin.
At Fleyr vann, var ikki so óvæntað, tá vit hugsa um gongdina hjá ÍF higartil í kappingini, men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá Fleyr, og tí kundu fuglfirðingar gott hava góðar vónir um, at tað endiliga skuldi eydnast teimum at vinna.
Tað byrjaði eisini væl, tí teir vunnu fyrsta sett 25-22. Fleyr kom so fyri seg og vann tvey tey næstu settini, sum bæði vóru tøtt. Men í fjórða settinum fór ÍF fullkomiliga niður við flagginum - Fleyr vann 25-10.
Fleyr er nú komið upp á fýra stig, og tað eru seks stig upp til oddasessin. Fleyr hevur leikt ein dyst færri enn tey bæði oddaliðini. ÍF hevur einki stig fyri seks dystir, og sum tað sær út nú, enda teir niðast. Men teir koma neyvan í niðurflytingarvanda, tí ÍF er eisini fremst í 1. deild og er favorittur til at vinna deildina.