Í kvøld hevur ÍF á Windsor Park í Belfast lagt rygg til 3-0 tap ímóti Linfield, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0. Síðsta týskvøld vann Linfield 2-0 á Tórsvølli, og harvið heldur norðurírska liðið fram í europeisku kappingini við samantalda málmuninum 5-0. Fuglfirðingar rigga nú til at koma til hús aftur. Setningurin restina av hesum árinum er at standa seg væl í landskappingini og harvið at tryggja sær rætt at spæla í europeisku kappingini næsta summar. Í løtuni er ÍF nummar tvey í landskappingini.
Fyri einari viku síðani var ÍF greitt omaná í 1. hálvleiki, tá ið fuglfirðingar høvdu møguleikar at skjóta fleiri mál. Í 2. hálvleiki var Linfield betri, og tá skoraðu norðurírarnir tvey mál.
Í kvøld var eingin ivi. Linfield var omaná alla tíðina. Tølini siga, at ÍF hevði onga roynd innanfyri málkarmin, og ÍF hevði heldur onga roynd, sum fór uttanfyri málkarmin. Heimaliðið hevði fimm royndir innanfyri málrammuna aftanfyri Jákup Mikkelsen, og seks ferðir fór bólturin við síðuna av málinum. ÍF hevði eitt hornaspark,og Linfield hevði trý hornaspørk.
Linfield-ÍF 3-0 (1-0)
Á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi mikudagin 10. juli 2013 kl. 19.45
Dómarakvartett úr Makedonia: Dejan Jakimovksi, Nikola Karakolev, Isa Emurli og Dimitar Meckarovski.
1-0: Gault 40.
2-0: Mulgrew 55.
3-0: Lowry 60.
Linfield: Tuffey Ervin, Clarke, A. Burns (McAllister, 46.), B. Burns Knowles, Mulgrew, Lowry Carvill, Gault Thompson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ross Glendinning, Armstrong, Reace Glendining, Quinn, Henderson, Tipton
Gult kort: Carvill
Venjari: David Jeffrey
ÍF: Jákup Mikkelsen Heri Nesá, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen (Fritleif í Lambanum, 67.), Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen (Jákup Johansen, 70.), Aleksandar Jovevic Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric Øssur Dalbúð (Áki Petersen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hallgrímur Gregersen Hansen, Poul Magnus Petersen, Arnhold Kristiansen, Margar Toftegaard
Gult kort: Heri Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard
Venjari: Albert Ellefsen
Fyri viku síðani vann Linfield 2-0 á Tórsvølli, og harvið er norðurírska liðið vinnari við 5-0 málmuni.
LIÐUGT
3-0
Linfield samantaldur vinnari við málmuninum 5-0
90) 3-0
Áki Petersen er komin á vøllin í staðin fyri Øssur Dalbúð (89.)
85) 3-0
Heimaliðið hevur havt hornaspark, og ÍF verjan hevur blokerað eina skotroynd.
80) 3-0
ÍF hevur havt hornaspark, men tað spurdist einki burturúr.
75) 3-0
Tað er einvegis ferðsla, men talan er ikki so nógvar royndir ímóti ÍF málinum.
70) 3-0
Fritleif í Lambanum er komin á vøllin í staðin fyri Poul Nolsøe Mikkelsen (67.), og Jákup Johansen er komin á vøllin í staðin fyri Høgna Madsen (70.).
Carvill hevur sæð gula kortið.
65) 3-0
Nú er stutt millum álopini ímóti ÍF málinum, og tað er stórt trýst á ÍF og málið hjá Jákupi Mikkelsen, eitt nú tá hornaspark verður lagt innfyri.
60) 3-0: Lowry 60.
Ari Ó. Ellingsgaard hevur sæð gula kortið eftir fríspark.
55) 2-0: Carvill 55.
So er støðan tann, sum hon var, tá ið dysturin á Tórsvølli var av. Uppleggið átti Thompson.
50) 1-0
Sera friðarligt og ongar royndir ímóti málunum.
47) 1-0
Heimaliðið hevur lagt sannførandi fyri, og fyrsta royndin eftir steðgin hevur verið ímóti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, men skotið varð blokerað.
46) 1-0
Heimaliðið hevur skift út. Beinanvegin eftir steðgin er McAllister komin á vøllin í staðin fyri A. Burns.
-------
Teir rinda møðina á Vindsor Park í Belfast eftir 1. hálvleik. ÍF hevur onga roynd havt innanfyri málkarmin, og fuglfirðingar hava heldur einki hornaspark havt í 1. hálvleiki. Heimaliðið hevur heldur ikki havt so nógvar royndir ímóti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, men tað hevur eydnast Linfield at skora eitt mál og harvið at økja um samantaldu leiðsluna soleiðis, at hon nú er 3-0. Málið varð skorað eftir frísparksinnlegg úr vinstru Tá ið frísparkið, ið bar málið við sær, varð dømt, sá Heri Nesá, sum í kvøld er høgri vongverji hjá ÍF, gula kortið.
------
HÁLVLEIKUR
1-0
2 minuttir lagdir aftrat
45) 1-0
ÍF roynir at svara aftur, eftir at heimaliðið hevur lagt seg framum. Ari Ó. Ellingsgaard hevur roynt seg við skoti, men verjan vardi fyri.
40) 1-0: Gault 40.
Heimaliðið hevur lagt seg á odda 1-0. Harvið er spurningurin um samantalda sigurin mest sannlíkt avgjørdur. Nú er spurningurin, hvussu heiðurliga ÍF er at megna at sleppa burturúr tí í kvøld. Málið varð skorað eftir frísparksinnlegg úr vinstru. Í sambandi við frísparkið sá Heri Nesá gula kortið.
39) 0-0
Nú hevur ÍF havt eina skotroynd. Høgni Madsen royndi seg útifrá, men bólturin bleiv blokeraður.
35) 0-0
ÍF hevur fingið fyrsta frísparkið. Ari Ó. Ellingsgaard legði innfyri, men einki spurdist burturúr.
30) 0-0
ÍF hevur framvegis onga atsókn havt.
25) 0-0
Miðskeiðis í 1. hálvleiki - í 23. minutti - tiltuskaði Linfield sær fyrsta hornasparkið. ÍF hevur higartil onga roynd havt ímóti Linfield málinum. Nú hevur Linfield havt tvey hornaspørk eftir lítlari løtu.
20) 0-0
Sama gongd og eingir málmøguleikar síðstu løtuna.
15) 0-0
Tað er rættuliga friðarligt á Vindsor Park. Enn hevur ÍF onga roynd havt ímóti heimamálinum.
10) 0-0
Linfield hevur aftur havt atsókn ímóti ÍF málinum, men skotið varð blokerað.
5) 0-0
Linfield hevur havt fyrstu royndina ímóti ÍF málinum, har Jákup Mikkelsen stendur. Hann er í dag liðformaður hjá ÍF, nú Høgni Zachariasen er burturstaddur.
1) 0-0
ÍF er aftanfyri 2-0, nú teir fara undir seinna dystin í innleiðandi umfarinum. Veðrið er gott í Belfast. Sólin skínur, og tað eru 22 hitastig.
Linfield-ÍF
Á Windsor Park 10. juli 2013 kl. 19.45
Dómarakvartett úr Makedonia: Dejan Jakimovksi, Nikola Karakolev, Isa Emurli og Dimitar Meckarovski.
Linfield: Tuffey Ervin, Clarke, A. Burns, B. Burns Knowles, Mulgrew, Lowry Carvill, Gault Thompson
Á beinkinum: Ross Glendinning, Armstrong, Reace Glendining, Quinn, Henderson, Tipton, McAllister
Venjari: David Jeffrey
ÍF: Jákup Mikkelsen Heri Nesá, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen, Aleksandar Jovevic Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric Øssur Dalbúð
Á beinkinum: Hallgrímur Gregersen Hansen, Áki Petersen, Poul Magnus Petersen, Jákup Johansen, Fritleif í Lambanum, Arnhold Kristiansen, Margar Toftegaard
Venjari: Albert Ellefsen
Fyri viku síðani vann Linfield 2-0 á Tórsvølli.











