ÍF: Ein verjuspælara og ferð í álopið

- Vit royna at styrkja okkum, tað skal ikki verða nøkur loyna, sigur Ólavur Larsen

Flytingarvindeygað letur upp 15. juni. Í Fuglafirði fegnast tey um góðu gongdina hjá ÍF, sum nú hevur fingið nýggju stig og hevur slitið seg leyst av niðurflytingarstríðnum. Tað verður ikki nøkur stór tilgongd í summar, men arbeitt verður við at fáa ein til tveir spælarar inn.

- Vit royna at styrkja okkum, tað skal ikki verða nøkur loyna. Tað er serliga verjuparturin, sum er eitt sindur skirvisligur, og so okkurt til álopspartin ella vongin. Her er ætlanin at fáa fatur á onkrum við nógvari ferð. Tað er ein hóttin, sum vit mangla í hópinum í løtuni, men talan verður ikki um luksusspælarar. Vit leita í útikantinum av Betri hópum og toppinum av 1.deild, sigur Ólavur Larsen, sum saman við Hans Jørgeni Djurhuus, stendur á odda fyri ÍF.

ÍF skal í dag spæla móti TB. Dysturin byrjar klokkan 14 og In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.