Hagtølini hesa ferð staðfesta, at B36 er størsti favoritturin av øllum hetta umfarið. Fimm ferðir hevur ÍF vitjað seinasta tíggjuára-skeiðið, og hvørja ferð hevur B36 staðið eftir við øllum stigunum.
Í aðrar mátar er hampuliga trupult at finna nakran greiðan favoritt, um hugt verður at hagtølunum. Tað stendur tó greitt, at hóast GÍ hevur yvirlutan móti NSÍ í Sarpisgerði, so er nú nakað síðani seinasta GÍ-sigurin. Og so er spurningurin eisini, hvussu nógv skal leggjast í slík hagtøl. Skuldi bara verið gingið eftir hesum, so skuldi talan verið um ein javnan dyst, tá VB vitjaði í Klaksvík hóskvøldið.