Føddur við hjartanum uttaná

Naseem Hasni varð føddur við ectopia cordis, sum ger, at hjartað veksur uttan á bringuni.

Síðst í september kendi tann 33 ára gamla Michelle Hasni á sær, at tað ruggaði ikki rætt við barninum, sum hon gekk við. Hon fór til læknan, og myndir av fostrinum vístu, at barnið hevði ectopia cordis. Hetta er eitt sjáldsamt brek, sum hevur við sær, at hjartað veksur uttan á bringuni.

Læknarnir í Miami, har Mihelle Hasni býr, gjørdu alt fyri eitt av at taka barnið við keisaraskurði.

-Framman fyri okkum høvdu vit eitt barn við hjartanum uttan á bringuni. Tað slóð og punpaði og sá út til at virka væl, sigur hjartaskurðlæknin Elliot Rosenkranz við AP-tíðindastovuna.

Læknarnir gjørdu alt fyei eitt av at leggja tann lítla drongin undir skurð, og skurðviðgerðin eydnaðist so væl, at sambært Elliot Rosenkranz sleppur Naasim helst heim til foreldrini at halda jól..

Læknarnir siga, at Naseem skal leggjast undir skurð fleiri ferðir afturat, men teir halda, at hann kann fáa eitt púra vanligt lív.

Sambært AP hendir tað sera sjáldan, at børn verða fødd við ectopia cordis. Í flestu førum doyggja børnini longu í móðurlívi, og tey flestu, sum verða fødd á lívi, doyggja undir skurðviðgerðini ella beint aftaná.

So tann lítli Naasim er helst ein av teimum fáu hepnu.