Tann 1. juni doyðu teir 92 ára gomlu amerikonsku tvíburarnir Adrian og Julian Riester. Tað vóru bara fáir tímar ímillum teir, tá teir komu í heimin, og soleiðis var eisini, nú teir fóru hiðani. Fyrst doyði Julian av hjartabreki, og fáar tímar seinni doyði Adrian av somu orsøk.
Báðir brøðurnir, sum vóru eineggjaðir, vóru fransiskanaramunkar og arbeiddu á St- Bonaventure University í 35 ár. Teir vóru saman hvønn dag. Har annar var, var hin eisini.









