Í hvussu er hevur Piotr brúkt debutantar í so at siga hvørjum landskappingardysti í ár. Fjúrtan ÍF-leikarar, ið ikki vóru við í 1.umfari, hava roynt seg á liðnum síðan tá. Bert einaferð (í 6.umfari ímóti B71) kom eingin nýggjur fuglfirðingur á vøllin. Og tann dysturin endaði, sum kunnugt, við tí størsta tapinum í landskappingini higartil ? heimasandsmenn vunnu 6-0.
Tann fyrsta talvan vísir, hvørjir vóru debutantarnir hjá ÍF, nær teir kómu fyrst á vøllin í ár, og hvussu teir dystirnir endaðu. Tann næsta talvan vísir talið av brúktum leikarum í 1.deildarfeløgunum higartil, og hvussu ofta venjararnir gjørdu av at nýta nýggj fólk á liðum (burtursæð frá tí allarfyrsta umfarinum sjálvandi).
1. NSÍ (ú) 0-0: 12 spælarar
2. Sumba (h) 2-1: Viggo Johannesen, Hergeir Elgevig, Hjalti Lundsbjerg
3. B36 (ú): 2-4 Bogi Nón
4. VB (ú): 1-3 Rógvi Róin
5. B68 (h): 2-4 Bárður á Lakjuni
6. B71 (ú): 0-6 -
7. HB (ú): 0-1 Símun Eliasen
8. GÍ (ú): 1-2 Høgni á Lakjuni
9 KÍ (h): 0-1 Rúni Joensen, Ábraham Hansen
10. NSÍ (h): 1-1 Ken Bærendsen, Jákup Helgi Egholm
11. Sumba (ú): 2-2 Sigfríður Abrahamsen, Mortan Thomsen
Leikarar og debutantar
ÍF 26 9
Sumba 24 7
NSÍ 23 7
B71 21 4
B68 20 4
KÍ 19 5
B36 19 4
HB 19 4
VB 18 4
GÍ 17 3