ÍF basti HB

8. umfar í Vodafonedeildini hevur verið á skránni seinnapartin ídag.

Mest óvæntaða úrslitið var, at ÍF á heimavølli megnaði at vinna 2-1 á HB. Øssur Dalbúð við stútara og Andy Olsen við brotssparki skoraðu ÍF málini. Tá ið Rógvi Poulsen hevði minkað um munin til 2-1, royndi HB at leggja trýst á, og tað var um reppið, at tað enn eina ferð eydnaðist at fáa gott úrslit í yvirtíðini. Men Jákup Mikkelsen bjargaði meistarliga, tá ið Símun Samuelsen royndi úr stutari fjarstøðu.

Í Vági eydnaðist tað Víkingi at vinna 3-1, og harvið hevur Víkingur vunnið tvær ferðir á rað á útivølli.

Í Gundadali hølvaði NSÍ B36 av. Eftir málleysan 1. hálvleik varð úrslitið 5-1 til NSÍ! Harvið hevur B36 tapt tvær ferðir á rað á heimavølli, og harvið hevur NSÍ vunnið tvær ferðir á rað á útivølli. NSÍ hevur nú vunnið fýra ferðir á rað!

EB/Streymur skoraði í síðstu løtu sigursmálið til 3-2 ímóti B71.

B68 og AB spældu 1-1 á Svangaskarði. AB er framvegis botnlið, men argjamenn styrktu um sína støðu sammett við hini botnliðini - FC Suðuroy og B71.

Eftir at tað í fyrstu umførunum gekk væl hjá B68, hevur gongdin verið soltin seinastu ferðirnar.

 

------------

 

Gongdin í teimum fimm dystunum:

 

 

FC Suðuroy-Víkingur 1-3 (0-1)

Dómari: Dagfinn Olsen

 

0-1: Súni Olsen

Stutt undan hvíldini hevur miðvallarin við vandamikla skotinum umsett fríspark dygst uttanvert brotsteigarmarkið til mál.

 

Hálvleikur

0-1

 

0-2: Súni Olsen

Tíðliga í 2. hálvleiki hevur Súni Olsen økt um leiðsluna. Hesa ferð var tað eftir innlegg úr vinstru.

 

0-3: Finnur Justinussen 80.

Alt bendir á trivaligan Víkinga sigur. Finnur Justinussen, sum hevur havt ilt við at finna málið í ár, stýrdi eftir hornasparksinnlegg bóltin í málið´.

 

1-3: Heini Vatnsdal 81.

Eftir hornaspark var heimamaðurin leysur í brotsteiginum, tá ið hann setti bóltin í málið aftanfyri Geza Turi í Víkingamálinum.

 

Liðugt

1-3

-------------

 

B68-AB 1-1 (1-1)

Dómari: Petur Reinert

B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Dánjal Pauli Højgaard (Ahmed Keita, 84.) - Kristian Anton Andreasen, Ndende Adama Gueye, Remi Langgaard (Eli Simonsen, 60.), Niklas Joensen - André Olsen (Jóhan Petur Poulsen, 56.), Oddur Højgaard

Reytt kort: Ndende Adama Gueye

AB: Heðin Stenberg - Mortan úr Hørg, Gunnar Haraldsen, Tehe Aristide, Alex Mellemgaard -Kenneth Jacobsen, Evrard Blé, Jobin Drangastein, John Hansen - Stig Roar Søbstad, Nikolaj Eriksen

 

1-0: Kristian Anton Andreasen 24.

Eftir sending frá Odduri Højgaard, sum hesa ferð er millum teir fyrstu ellivu hjá B68.

 

1-1: Nikolaj Eriksen 35.

Eftir góða sending frá Stig Roar Søbstad setti Nikolaj Eriksen, sum í dag er fremsti AB maðurin, bóltin í málið. Nikolaj Eriksen hevur annars verið miðverji hjá AB.

 

Hálvleikur

1-1

 

60 min.

1-1

 

Liðugt

1-1

-----

 

B71-EB/Streymur 2-3 (1-0)

Dómari: Lars Múller

B71: Bárður Johannesen - Frits Eið, Allan Tungá, Jóhannes Jensen, Rúni Joensen - Danilo Kovacevic, Símin Hansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Tummas Dam Clementsen - Høgni Midjord

EB/Streymur: Sam Bjartalíð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Alex de Santos - Gudmund Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn T. Hansen

 

1-0: Høgni Midjord 26.

Ungi Sam Bjartalíð, sum fyri fyrstu ferð verjir EB/Streyma málið, tók bóltin eftir afturlegging. Heimaliðið gjørdi skjótt av við óbeinleiðis frísparkinum, og B71 álopsmaðurin setti bóltin í málið!

 

Hálvleikur

1-0

 

2. hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, so javnaði EBStreymur. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum fyri opnum máli setti bóltin í málið, eftir at B71 verjan hevði verið lítið sannførandi.

 

1-1: Arnbjørn Hansen 47.

 

60 min.

1-1

 

1-2: Alex dos Santos br 70

Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið bólturin sprakk í hondina á vinstra vongverja Frits Eið. Vinstri vongverji hjá EB/Streymi var púra tryggur, tá ið hann setti bóltin í netið úr ellivu metrablettinum.

 

2-2: Mikkjal Hentze

beinleiðis hornaspark úr høgru

 

2-3: Gert Hansen 90+

Í yvirtíðini skoraði vongverjin í høgru, Gert Hansen, sigursmálið til EB/Streym

 

---------

 

B36-NSÍ 1-5 (0-0)

Dómari: Ransin Djurhuus

 

30 min: 0-0

 

Hálvleikur

0-0

 

60 min

0-0

 

0-1: Jan Martin Mortensen 67.

 

1-1: Høgni Eysturoy 68.

 

1-2: Debes Danielsen 77.

eftir innlegg frá Christian Høgna Jacobsen

 

Lítla løtu seinni varð Dimitrij Jankovic hjá B36 útvístur fyri at hava nýtt neyðbremsuna ímóti Christian Høgna Jacobsen.

 

1-3: Debes Danielsen 87.

B36 hevur spent álopsbogan, og tað hevur borið møguleikar til NSÍ í skjótálopum. Í einum sovornum var tað innskifti Debes Danielsen, sum skoraði fyri aðru ferð í dag.

 

B36 tykist vera í upploysn. Heimaliðið roynir at leypa á, men tað er eingin tyngd í álopinum. Øðrvísi er hjá NSÍ, sum hevur økt til bæði 1-4 og 1-5 í skjótálopum ímóti undirmannaða árstalsfelagnum:

 

1-4: Heðin á Lakjuni

 

 

1-5: Ólavur í Ólavsstovu

 

Liðugt

1-5

 

--------

 

ÍF-HB 2-1 (2-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Fritleif í Lambanum (Alexander Jovevic, 78.), Andy Olsen - Nenad Saric (Frank Poulsen, 55.), Øssur Dalbúð (Rógvi Jacobsen, 81.)

Gult kort: Karl Løkin, Poul Ennigarð

HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag (Rógvi Holm, 53.), Vagnur Mohr Mortensen - Símun Samuelsen, Levi Hanssen (Kári Nielsen, 90.), Milan Kuljic, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Hendrik Rubeksen (Tór-Ingar Akselsen, 53.)

Gult kort: Marcin Dawid, Milan Kuljic

 

1-0: Øssur Dalbúð 12.

Innlegg úr vinstru frá Jan Ellingsgaard til handara stólpa, har vandamikli álopsmaðurin við høvdinum stýrdi bóltin í kassan.

 

2-0: Andy Olsen br 36.

Eftir horna til ÍF bríkslaði Rúni Gaardbo fyri brotssparki, tí hann metti ein av heimamonnunum var togaður niður. Andy Olsen setti bóltin trygt í málið.

 

Lítla løtu undan steðginum sendi Andy Olsen bóltin í innaru síðuna á stólpanum aftanfyri Marcin Dawid.

Oddaliðið HB hevur ikki verið til at kenna aftur

 

Hálvleikur

2-0

 

60 min

2-0

 

2-1: Rógvi Poulsen 76.

eftir gott samanspæl millum Levi Hanssen og Tór-Ingar Akselsen hálvbjargaði Jákup Mikkelsen, men bólturin stakk út til Rógva Poulsen, sum setti bóltin í málið. Spenningur er komin í aftur í Fuglafirði.

 

85 min

2-1

HB roynir at leggja trýst á

 

Fýra minuttir lagdir aftrat.

 

Dánjal á Lakjuni var um reppið at fáa mál, og so var tað Símun Samuelsen, sum eftir gott álop smekkaði til, men Jákup Mikkelsen bjargaði.

 

Liðugt

2-1!