Venjingarnar eru byrjaðar aftur og um vikuskiftið var árliga venjarakappingin. Komandi vikuskiftið verður Klaksvíkskappingin og alt hetta eru tekin um, at byrjanin av føroyska fótbóltskappingarárinum er nær.
Í Fuglafirði er hópurin komin upp á pláss, men ein fastur fúsur á liðnum manglar. Clayton Soares do Nascimento er framvegis ikki komina aftur til Føroya, og nevndarformaðurin í ÍF, Leif Andre Eliasen, váttar fyri Miðlahúsinum, at tað er ógvuliga sannlíkt, at hann ikki spælir við ÍF í ár.
Orsøkin hevur einki við fótbólt at gera, men er, at spælarin ikki hevur fingið uppihaldsloyvi.
- Clayton Soares hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaravtaluni higartil, men hesa ferð hevur hann søkt um vanligt uppihaldsloyvi. Udlændingestyrelsen hevur tó havnað umsókn hansara, sigur Leif Andre Eliasen.
Sum skilst er orsøkin, at Clayton Soares hevur forvunnið sær ov nógvan pening við síðunar av fótbóltinum. Sambært ítróttaravtaluni, skulu feløgini rinda spælarunum í minsta lagi 10.753,14 krónur um mánaðin. Umframt hetta, kunnu ítróttarfólkini vinna sær í mesta lagi 9.925,98 krónur um mánaðin gjøgnum annað arbeiði. Eftir øllum at døma er inntøkan hjá Clayton Soares í eitt heilt stutt tíðarskeið farin upp um hesar smáu 10.000 krónurnar um mánaðin.
Leif Andre Eliasen sigur, at tað er Udlændingestyrelsen, ið viðger málið, og eins og í øðrum málum, sum hava verið frammi seinastu tíðina, tykist tað, sum at Udlændingestyrelsen onga roynd hevur gjørt at fingið viðmerkingar frá avvarðandi pørtum.
- Tey hava ikki sett seg í samband við okkum og so vítt eg veit heldur ikki við Clayton Soares fyri at fáa eina nærri frágreiðing um, hví hann okkurt tíðarskeið hevur vunnið ov nógv, sigur formaðurin í ÍF.
- Sum nú er sær ikki út til, at Clayton Soares sleppur at spæla við okkum í ár. Sum avvarðani ítróttarfelag fáa vit ikki gjørt nógv. Tað er Udlændingestyrelsen, sum tekur avgerðina, sigur Leif Andre Eliasen.










