Teir 3000 íbúgvararnir í Tasiilaq í Eysturgrønlandi vanta í løtuni fleiri gerandisvørur, m.a. viðskera og annað til matgerðina og barnarøktina.
Trivnaðurin hjá bygdarfólkinum er treytaður av teimum forsýningunum, sum keypast kunnu í statsriknu handilsketuni Pilersuisoq. Hetta er samstundis einasti handilin í bygdini.
Tað sjáldsama er, at hóast nógva tosið um globalu upphitingina, hevur ísur forðað skipum at koma til bygdina. Í ár hevur veturin vart longur enn vanligt.
Tey fyrstu skipini við forsýningum skuldu havt lagt at her 15. mai og aftur seinasta sunnudag, men bæði vórðu avlýst orsakað av ísi. Hetta er fyrstu ferð í 15 ár, at eingin hevur kunnað siglt til bygdina so langt út á árið.