Føroyar eru framvegis tað Norðurlandið, sum hevur nógv fægstar fosturtøkur í mun til fólkatalið og talið av føddum børnum.
Í fjør vórðu gjørdar 33 fosturtøkur, sama tal sum árið fyri.
Flestu kvinnurnar, sum fingu fosturtøkur í fjør vóru kvinnur millum 20 og 24 ára gamlar.
Árini 2005 til 2009 vórðu í Føroyum gjørdar 66 fosturtøkur fyri hvørji 1000 børn fødd á lívi.
Í Grønlandi var talið 1009.
Í Danmark vórðu gjørdar 258 fosturtøkur í 2009 fyri hvørji 1000 børn fødd á lívi, í Finnlandi 172, í Álandi 238, í Íslandi 193, í Noregi 255 og í Svøríki 335.











