ÍF aftur á rætta kós

ÍF heldur fast um oddasessin í meistaradeildini hjá kvinnum, eftir at tær vunnu spennandi toppdystin ímóti Drátti sunnudagin

FLOGBÓLTUR

Munurin á liðunum var ikki tann heilt stóri í dystinum. Gestirnir úr Drátti fingu eina betri byrjan uppá dystin, tá ið tær vunnu fyrsta sett. Tær vunnu sær eina lítla leiðslu, og so við og við fingu tær bart seg nøkur stig fram um heimaliðið. Hesa leiðslu megnaði Dráttur at halda allan vegin, tá ið tær vunnu 25-20.
Í øðrum setti var tó vent í holuni. Nú var ÍF oman á, og gongdin í øðrum setti líktist gongdini í fyrsta setti. Hesaferð var ÍF bara oman á, og móti endanum gjørdist greitt, at hetta fór ÍF helst at vinna. Tær vunnu sær eina rættiliga trygga leiðslu ímóti endanum, og hesa varðveittu tær. Úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-21 til ÍF, og so var aftur javnvág í.
Dráttur kom seg tó skjótt eftir tapið í øðrum setti. Tær fingu eina góða byrjan í triðja setti, og sum settið leið, øktu tær bara um leiðsluna. Móti endanum gjørdist greitt, at her fór Dráttur at vinna, og so var. Kvinnurnar úr Vágunum vunnu 25-19, og so vóru tær aftur oman á í toppdystinum á Kambsdali.

ÍF fór við øllum
Sjálvt um ÍF nú var aftanfyri 2-1, so vildu tær ikki geva skarvin yvir. Triðja sett bleiv sera spennandi, og munurin var at kalla eingin millum liðini. Tey fylgdust frá fyrsta bólti, og móti endanum gjørdist greitt, at her fóru marginalarnir at vera avgerandi. ÍF slapp tó best frá síðstu bóltunum, og so vunnu tær fjórða sett 25-23, og so skuldi javnbrótari til fyri at finna ein vinnara.
Hevði dysturin verið javnur undan síðsta settinum, so var slett eingin ivi her. ÍF setti seg á javnbrótaran beinanvegin, og sum hetta settið leið, vunnu tær sær eina trygga leiðslu. Dráttur kom ongantíð inn aftur í settið, sum ÍF vann heili 15-9.
Sostatt tryggjaði ÍF sær sigurin í toppdystinum, og við hesum halda tær fast um oddasessin, har SÍ liggur beint í hølunum á teimum. Dráttur hevur hinvegin mist avgerandi fet í oddastríðnum, har tær enn liggja á triðja plássi fýra stig aftanfyri ÍF.