Nakrar av lógarbroytingunum høvdu samband við koyrikortið, m.a.:
?Nýggjar ásetingar um heilsulig krøv fyri útvegan og endurnýggjan av koyrikortum,
?Koyring við lítlari motorsúkklu (ferð max. 45 km/t og slagvolumen max. 50 cm3) við vanligum koyrikorti til persónbil,
?Eftiransandi koyriroynd í samband við treytaða og treytaleysa frádøming av koyrirættindunum.
Nú lógarbroytingin endaliga er samtykt, fer Bileftirlitið saman við Vinnumálastýrinum, undir arbeiði at gera eina nýggja kunngerð um koyrikort, sum m.a. inniheldur ásetingar um omanfyrinevndu lógarbroytingar og m.a. ætlandi harumframt nýggjar ásetingar um:
?Nýggja frálæruætlan
?Minstu krøv til tímatal fyri koyrifrálæruna Royndarkoyrikort
?Verandi kunngerð er frá 1966 við einum uppískoyti frá 1968 og er seinastu ferð broytt í 1992, og má tí metast at vera ótíðarhóskandi og ikki í tráð við altjóða reglur um eitt tíðarhóskandi koyrikort.
Heilsulig krøv
Meginreglan í lógini er, at koyrikort kann verða latið persóni, ið hevur nóg góð eygu og oyru og annars neyðugan andligan og likamligan førleika.
Ætlandi verða heilsuligu krøvini herd fyri koyrikort til stóran bil og koyrikort til vinnuligan fólkaflutning, soleiðis at tey svara til krøvini í grannalondum okkara.
Meginreglan er, at koyrikort til vanligan persónbil verður útgivið við gildi til viðkomandi fyllir 70 ár, um ongi heilsulig krøv forða hesum. Ætlanin er, at koyrikort til lastbil, buss og viðfestivogn verða útgivin við gildi til viðkomandi fyllir 50 ár og hereftir verður endurnýggja fimta hvørt ár, har læknalig støða verður tikin til heilsuliga førleikan í hvørjum einstøkum føri.
Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning skal undir øllum umstøðum endurnýggjast fimta hvørt ár, har læknalig støða eisini verður tikin til heilsuliga førleikan í hvørjum einstøkum føri.
Ætlandi verða reglurnar um sjón herdar. Um persónur er blindur í øðrum eyganum ella sær dupult, kann koyrikort ikki verða útgivið ella endurnýggja til lastbil, buss, viðfestivogn ella vinnuligan fólkaflutning. Sama ger seg galdandi, um persónur hevur ella hevur havt epilepsi. Tá talan er um persónar við hjartasjúkum, verður læknalig meting gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Lítil motorsúkkla
Lítlar motorsúkklur, sum hava motor við eini slagvolumen, sum er minni enn 50 cm3, men kunnu koyra 45 km/t og eru skrásettar sum motorsúkklur, hava higartil bert kunna verið koyrdar av persónum, sum hava koyrikort til motorsúkklu. Hesar súkklur eru væl dámdar og eru komnar til landið í stórum tali seinnu árini.
Broytingin í ferðslulógini førir við sær, at lítlar motorsúkklur aftaná 1. juli 2000 kunnu koyrast av persónum, sum hava fingið koyrikort til bil ella motorsúkklu. Í grundgevingini til lógaruppskotið varð mett at lítlar motorsúkklur kundu førast av persónum, ið høvdu koyrikort til bil og at tað ikki var neyðugt, at seta somu krøv við koyring við lítlari motorsúkklu viðvíkjandi koyridugnaskapi, sum sett vórðu við koyring við teimum stóru og sera skjóttkoyrandi motorsúkklunum.
Eftiransandi koyriroynd
Tað sum áður æt leiðbeinandi koyriroynd, eitur nú eftiransandi koyriroynd. Ein eftiransandi koyriroynd er sett saman av eini ástøðiligari og eini verkligari roynd. Ein eftiransandi roynd verður hildin sum eitt eftirlit av koyridugnaskapinum hjá føraranum í sambandi við eina frádøming av førararættinum og ætlanin er, at førarin av røttum kennir ta eftiransandi royndina sum eitt eftirlitstiltak.
Broytingin í lógini fyriskrivar eftiransandi koyriroynd fyri treytaleysa og treytaða frádøming í hesum førum:
1. Treytaleys frádøming.
a) Rúsdrekka- & promillukoyring Tá frádømutíðin er umliðin, kann viðkomandi vinna aftur koyrirættindini aftaná nýggja koyrifrálæru og tá eftiransandi koyriroynd er staðin.
b) Onnur ferðslulógarbrot Tá frádømutíðin er umliðin, kann viðkomandi vinna aftur koyrirættindini, tá eftiransandi roynd er staðin.
2. Treytað frádøming vegna:
a) promillukoyring
b) ov nógva ferð
c) koyrimistak o.l.
Innan eina freist, sum verður ásett av Bileftirlitinum, skal viðkomandi til eina eftiransandi koyriroynd. Stendur viðkomandi ikki royndina ella letur vera við at fara til royndina, verður koyrirætturin tikin.
Higartil hevur ikki verið neyðugt við nýggjari koyrifrálæru til eftiransandi roynd, um royndin varð staðin innanfyri 3 ár aftaná frádøming. Sambært nýggju reglunum, skal viðkomandi hava fingið nýggja koyrifrálæru, um hann er frádømdur koyrirættindini treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring.
Nýggj frálæruætlan
Verandi frálæruætlan er frá 1989 og treingir til ábøtur, av tí at hon ikki longur er tíðarhóskandi og menningin á økinum fer fram allatíðina.
Í staðin fyri sjálvir at uppfinna tann djúpa tallerkin eina ferð afturat, vil Bileftirlitið skjóta upp yvirfyri Vinnumálastýrinum, at seta í gildi donsku frálæruætlanirnar fyri teir ymsu koyrikortsbólkarnar. Hesar frálæruætlanir eru frá 1995, men verða leypandi dagførdar við menningina á økinum. Føroysk og donsk ferðslulóggáva líkjast rættiliga nógv, og tí kunnu frálæruætlanirnar við smávegis broytingum, setast í gildi í Føroyum.
Frálæruætlanirnar skilmarka greitt,
?hvørjum evnum koyrilærarin skal undirvísa næmingunum í
?hvat næmingurin í smálutum skal kunna til eina ástøðis- og verkliga koyriroynd og
?hvussu próvdómarin skal døma koyriroyndina og hvat næmingurin kann hoyrast um.
Minsta tímatal
fyri koyrifrálæru
Tað hevur leingi verið ein umrøða av, hvørvítt tað skuldi setast í verk eitt minsta tímatal fyri koyrifrálæru. Bileftirlitið hevur nýliga sett eitt krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru til vanligan persónbil. Hetta er eisini í tráð við rákið uttan um okkum og seinast hava donsku myndugleikarnir í fjørvár sett fram krav um minsta tímatal fyri koyrifrálæru fyri allar koyrikortsbólkar.
Vit halda hetta vera eitt gott tiltak fyri at fáa frálæruna uppá eitt so einsháttað støði sum møguligt og vilja í eini nýggjari koyrikortskunngerð arbeiða fyri, at seta fram krav um minsta tímatal.
Royndarkoyrikort
Rættarnevndin hjá løgtinginum reisti spurningin um royndarkoyrikort, tá nevndin til endurskoðan av ferðslulógini var á fundi við Rættarnevndina.
Galdandi ferðslulóggáva § 18b, stk. 2, heimilar landsstýrinum at gera av, at koyrikort til bil ella motorsúkklu, fyrstu ferð, tað verður tikið, verður útgivið við 2 ára gildistíð, og at eigarin, áðrenn gildistíðin er farin, skal fáa eykalæru og taka nýggja roynd í serstøkum aksturførleika sum treyt fyri, at koyrikort við gildistíð sum ásett í stk. 1, 1. pkt., (til 70 ára aldur) kann verða latið.
Fleiri onnur, sum hava áhugað fyri ferðslutrygd, hava tikið undir við hugsanini um eitt royndarkoyrikort og sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fekk Rættarnevndin áheitan frá læraranum í Mikladali, sum hevur búð nøkur ár í Luxembourg, um at virka fyri einum 2-ára royndarkoyrikorti, á sama hátt sum gjørt var t.d. í Luxembourg. Mær vitandi hava íslendingar somuleiðis hesa skipan og norðmenn geva eitt 2-ára royndarkoyrikort til tey, sum ikki enn hava staðið myrkakoyring.
Spurningarnir, sum eg meti hava týdning í hesum sambandi eru:
?skal nakað aldursmark vera fyri at geva eitt royndarkoyrikort, t.d. 25 ella 30 ára aldur,
?hvørji metingarstøði skulu liggja til grund fyri eykafrálæru og nýggjari koyriroynd, t.d. ? eitt av teimum brotum, sum sambært broyttu ferðslulógini, høvdu ført við sær treytaða frádøming av koyrirættindunum (promillukoyring, ferð og koyrimistak).
Tey sum enn ikki hava tikið skeið í myrkakoyring, tá koyrikort fyrstu ferð verður útgivið, skulu harumframt mótvegis Bileftirlitinum skjalprógva skeið í myrkakoyring, áðrenn koyrikort verður útskrivað til 70 ára aldur.
Samanumtøka
Eg byrjaði við spurninginum, um vit í framtíðini fáa eitt betri koyrikort?
Tey teknisku tiltøk, sum ætlanin er fremja í nýggju koyrikortskunngerðini, eru eitt gott stig á vegnum, men tað er ongin ivi um, at skal 0-hugsjónin hava ein møguleika fyri at eydnast, so sleppast kann undan meiningsleysu vanlukkunum í ferðsluni, so mugu vit øll, sum á ein ella annan hátt eru partar av tilgongdini, taka í egnan barm og tora at rannsaka okkum sjálvi, um vit kunnu gera okkara arbeiði øðrvísi og betur, fyri at røkka málsetninginum.
Fyrrenn unga fólkið hevur fingið ein sunnan hugburð um ferðslutrygd og um hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni og úrslitið er 0 deyður í ferðsluni, er málið ikki rokkið.
Tórshavn, hin 27. mai 2000
Jákup Jacobsen, stjóri
Bileftirlit Føroyal brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)
Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát
Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.
Tórbjørn Jacobsen