Fáa tað teir biðja um

Tað er ongin loyna, at tá Tjóðveldisflokkurin bíleggur nakrar spurningar frá okkum, so fáa teir tað, teir biðja um. Teir avgera hvat teir vilja hava við. Tað sigur stjórin í Gallup Føroyar, Ellindur Egilstrøð, um kanningina Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Tjóðveldisflokkin


 
- Veljarakanningin er gjørd sum allar aðrar veljarakanningar. Har hava tey á Gallup Føroyar ein fastan frymil at ganga eftir, og er hon ikki petti øðrvísi enn aðrar veljarakanningar.
Tað sigur stjórin á Gallup Føroyum, Ellindur Egilstrøð, tá vit spyrja hann um kanningina, tey hava gjørt fyri Tjóðveldisflokkin.
Men flestum kunnugt, so var ikki bert talan um eina veljarakanning. Veljarakanningin var bert partur av eini størri kanning, har spurt var í millum mangt og hvat. Millum annað ríkisrættarligu støðuna og blokkstuðulin.
Aðrastaðni á síðuni eru brot úr lesarabrøvum, sum hava verið prentað í Sosialinum, og sum seta fram hvassar atfinningar mótvegis Gallup Føroyum, og Helgi Abrahamsen spyr enntá, um Gallup hevur selt sítt trúvirði.
Vit hava tí spurt stjóran í Gallup Føroyum, um teir kunnu standa inn fyri og góðtaka spurningarnar, sum teir eru í kanningini?
- Tað er ongin loyna, at tá Tjóðveldisflokkurin biður um nakrar spurningar frá okkum, so fáa teir tað, man biður um. Teir avgera hvat teir vilja hava við, sigur Ellindur Egilstrøð.
Merkir tað so, at tú kanst spyrja um hvat sum helst?
- Nei, er tað, sum spurt verður um, heilt hol í høvdið, so siga vit sjálvandi bums-nei, sigur Ellindur Egilstrøð avgjørdur. Hann sigur eisini, at orðingarnar í mun til ríkisfelagsskapin altíð eru ymiskar, alt eftir hvør spyr, og nevnir dømi sum: ynskir tú tættari samband og so hetta við evsta avgerðarrætti.
 
Gallup góðkent spurningar
Bæði Helgi Abrahamsen og Johan Samuelsen undrast báðir í sínum viðmerkingum, at spurningarnir eru orðaðir sum teir eru.  Sum spurningarnir eru orðaðir, er einki at ivast í, at tað er Tjóðveldisflokkurin, og ikki Gallup, sum hevur ført pennin, sigur Helgi Abrahamsen millum annað, og tað gera vit Ellind Egilstrøð hjá Gallup Føroym vart við, og spyrja hann, hvør hevur góðkent spurningarnar?
- Tá vit ringja út og seta fólki spurningarnar, so eru tað væl vit, sum hava góðkent teir, sigur hann.
 
Ikki loysing
Høgni Hoydal hevur í lesarabrævi sagt, at nýggjasta veljarakanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldisflokkin, vísir, at ein stórur meiriluti av fólkinum tekur undir við einum frælsum Føroyum.
Hesa niðurstøðuna kemur hann fram til, eftir at Tjóðveldisflokkurin í kanningini hevur spurt um, hvør skal hava evsta avgerðarrættin í Føroyum  danskir myndugleikar ella føroyska fólkið?
- Strangt tikið, so kunnu teir ikki siga annað enn avgerðarrætt, tá teir spyrja um avgerðarrætt, og soleiðis sum spurt verður um, so kann tað ikki tulkast sum loysing. Men spurningurin er, hvat eru einar frælsar Føroyar og hvat er evsti avgerðarrættur, sigur Ellindur Egilstrøð.
 
Leyslig tulking av blokkinum
Johan Samuelsen hevur undrast á, hví Gallup ikki hevur spurt, um tú vilt hava loysing ella samband.  Hetta hevði verið erlig tala, og hetta hevði verið í samsvari við spurningarnar, tá fólkaatkvøðan varð hildin í 1946. Onki uttanumtos, ongin fjald, ullint ætlan, segði hann millum annað í lesarabrævi sínum, og sipar til, at onkrir av spurningunum kundu verið orðaðir greiðari.
Eitt, ið spurt verður um, er: Eiga Føroyar at gera seg leysar av peningaligum veitingum úr Danmark?
Til tann spurningin søgdu 52 prosent ja, 33 prosent um og 15 prosent siga seg ikki vita. Út frá tí kemur Tjóðveldisflokkurin so til tað niðurstøðu, at bert ein triðingur av øllum føroyingum vil varðveita blokkin.
- Ja tað er ein øgiliga leyslig tulking, tí vit vita ikki hvat tey 15 prosentini, sum ikki hava svarað halda. Tað kann vera, at tey ikki svara, tí tey ikki vita ella kanska tí, at tey halda at spurningurin átti at verið øðrvísi orðaður, greiður Ellindur Egilstrøð frá.
Spurdur um, tað so ikki er skyldan hjá Gallup, at rætta ta niðurstøðuna, tá talan er um eina øgiliga leysliga tulking frá Tjóðveldisflokkinum?
- Tað er so nakað eg má taka støðu til og umhugsa, sigur Ellindur Egilstrøð, stjóri í Gallup Føroyar.
 
Ikki selt trúvirði
Í bløðunum hevur eisini verið spurt, um Gallup hevur selt sítt trúvirði, tá teir hava gjørt hesa kanningina, men tað heldur stjórin í Gallup Føroyum ikki.
- Nei, tað haldi eg ikki vit hava gjørt, sigur hann.
Í sínum viðmerkingum í blaðnum týsdagin sigur Helgi Abrahamsen, at størsta endamálið hjá Tjóðveldisflokkinum við kanningini helst var, at tryggja sær pláss í fjølmiðlunum, og tað sær út til at hava eydnast, segði hann.
- Eg fari tí at spyrja útvarp, sjónvarp og tíðindabløð, um aðrir flokkar kunnu eisini kunnu rokna við at fáa líka nógv pláss í tíðindunum, um teir gera eina slíka kanning. Um so er so fara vit á skrivstovu Sambandsfloksins at biðja um at fáa eina veljarakanning gjørda stutt undan komandi løgtingsvali, og eg rokni við, at hinir flokkarnir eisini fara at gera tað sama, sigur Helgi Abrahamsen í sínum viðmerkingum.
Vit spyrja tí Ellind Egilstrøð, um Gallup ikki hevur ein trupulleika, um Sambandsflokkurin bíleggur eina kanning nú, og um tvær vikur kunnger nøkur heilt øðrvísi úrslit enn Tjóðveldisflokkurin.
- Jú, vissi tað verður úrslitið, so hava vit ein trupulleika, ásannar Ellindur Egilstrøð at enda.