Tað munna vera nógvir føroyingar, ið sita heldur ótolnir og bíða eftir postinum í dag. Tað er nevniliga í dag, at umsøkjarar fáa at vita, um tey eru sloppin inn á tær útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, ið tey hava søkt inn á.
Jørgen Meitilberg, fyrisitingarstjóri á Setrinum, upplýsir fyri in.fo, at brøvini eru á veg við postinum.
- Vit sendu brøvini avstað í gjár, so allir umsøkjarar fáa svar um tey eru sloppin inn í dag, sigur Jørgen Meitilberg.
563 persónar hava søkt um upptøku á Setrinum í ár og er tað nýtt met.
Tað fer at endurspeglast í talinum av teimum, ið fáa bjóðað lestrarpláss, sigur Jørgen Meitilberg.
- Tað er hugaligt at síggja hvussu nógv hava søkt og hvussu nógv fáa lestrarpláss. Umsøkjaratalið sló øll met í ár, og tað sæst eisini aftur í talinum av umsøkjarum, ið fáa bjóða pláss, sigur Jørgen Meitilberg, ið tó ikki vil upplýsa endaliga talið enn.