Fáa spælipláss í Porkeri

Porkeris Kommuna fer nú at gera spælipláss í bygdini, men hvar tað verður, er ikki avgjørt enn

Spælipláss

Nú fáa porkerningar eisini spælipláss í bygdini.
Eli Frederikssen, borgarstjóri, sigur, at bygdaráðið fer nú at útvega børnunum í bygdini eitt spælipláss.
Hann sigur, at tað er dagrøktin í Porkeri, sum hevur heitt á kommununa um at útvega børnunum eitt spælipláss.
Í dagrøktini í Porkeri eru 19 børn og uttandura hava tey ongastaðni, har tey øll kunnu vera í felag.
Annars hevur dagrøktin eitt hús til taks í Porkeri, dagrøktarmammurnar hittast við øllum børnunum nakrar ferðir um vikuna, har tey eru felags um ymisk ítrív, ella bara spæla saman. Talan er um eitt hús hjá kommununi, sum er gjørt ístand til endamálið og innistikað.
? Men dagrøktin vil eisini hava eitt uttandura øki, har tey kunnu hittast í felag av og á og har børnini kunnu spæla úti í tryggum umstøðum, sigur Eli Frederiksen.
Hann sigur, at bygdaráðið er sinnað at lata teimum eitt øki, og bygdaráðið fer nú at finna eitt øki, tí enn er ikki avgjørt, hvar tað verður.

Vatnið í Porkeri fingið í rættlag
Annars tykist sum um rættlag loksins er komið á vatnveitingina í Porkeri.
Porkerningar hava havt stórar trupulleikar av vatnveitingini, men eftir at eitt nýtt reinsiverk er sett upp, tykist sum um vatnið er blivið reint.
Porkerningar fáa vatn úr Vágsvøtnum og úr keldum undir Vágfelli. Vatnið úr keldunum undir Vágfelli er hampiliga gott, men har er so lítið vatn, at tað verri enn so nøktar tørvin.
Sostatt er høvuðsvatnveitingin úr Vágsvøtnum, men vatnið haðani ógvuliga skitið.
Tað fekk porkerningar at seta reinsiverk upp fyri nøkrum árum síðani, ikki minst eftir kravi frá Roykivirkinum, sum mátti fáa reint vatn.
Talan skuldi vera um eitt ógvuliga framkomið reinsiverk, sum reinsaði seg sjálvt.
? Trupulleikin var bara tann, at vatnið var so ómetaliga skitið, at verkið kláraði ikki at reinsa seg sjálvt, og tí gekk tað fyri, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri.
Hann sigur, at tískil virkaði reinsiverkið bara í ein mánaða, ella so, og eftir tað var vatnið aftur líka skitið, sum tað var frammanundan.
Hann sigur, at tað var onki hjá kommununi at gera, uttan at fáa nýtt reinsiverk. Avleiðingin av tí var, at tað allarmesta av reinsiverkinum er tikið niður og nýtt sett upp ístaðin.
Hann sigur, at bygdaráðið hevur nú fingið eina frágreiðing frá ráðgevandi verkfrøðinginum, og eftir tí at døma, virkar nýggja reinsiverkið væl, tí nú er vatnið gott.
Eli Frederiksen sigur, at tískil tyskist tað, sum um vatntrupulleikin er loystur. Men ætlanin er at byggja vatnveitingina út, so at meiri fæst av tí frægara vatninum undir Vágfellinum. Men har er neyvan nóg mikið av vatnið til at nøkta tørvin, so tað fer framvegis at vera neyðugt at taka vatn úr Vágsvøtnum.