Tíðindaskriv
Farið verður runt alt Ísland at halda konsertir komandi tvær vikurnar. Bólkarnir hava sín uppruna í Margarinfabrikkini í Havn, har tað undir leiðslu og íblástri av Karl Anton Klein, undirvísara og tónleikara, eru lagdir lunnar undir ikki bert fleiri vælumtóktar bólkar, men eisini tónléikaútgávu. Herfyri góvu teir báðir bólkarnir saman við Zink og Lama Sea út fløguna Ampaljóð, sum gongur sum heitt breyð kring landið. Umframt alla útgerðina hava teir so eisini hesa fløguna við sær til Íslands, har teir vóna at selja nakað til íslendskan ungdóm, sum dámar hetta slagið av tónleiki.
-Hetta eru ungir og nærlagdir tónleikarar, sum vit kunnu vænta okkum nógv av í framtíðini. At lata teir sleppa at royna seg á fremmandum palli verður vónandi til felags íblástur fyri teir, soleiðis at teir koma aftur heimaftur við nógvum upplivingum og enn størri tónleikaførningi, enn tá teir fóru avstað sigur ein rættiliga avkláraður Karl Anton Klein .
Hann hevur saman við bólkunum gjørt eitt stórt arbeiði fyri at leggja hesa spennandi ferð til rættis. Eitt nú hevur verið skipað fyri konsertum og tiltøkum í bæði Havn og Fuglafirði. Karl Anton fegnast eisini um, at so mong hava viljað stuðlað ferðini.
Ferðalagið kom til Seydisfjarðar hósdagin í øllum góðum. Spælt varð sama kvøld í ungmannafelagshúsi í býnum. Higani gongur leiðin víðari til Húsavík, Aðaldal, Akureyri og síðani til Reykjavík og aftur. Stegðað verður í nógvum øðrum plássum á leiðini eisini umframt at bólkarnir eisini fara at vitja fleiri av teimum kendastu náttúruvøkru plássunum í Íslandi.
Luttararar á ferðini eru 48 Pages: Frans Galán, Bjartur Dl-Christiansen, Bartal Læarsson og Eyðun Müller Thomsen. Speaker manningin er: Janus Ramussen, Bogi Berg, Jan Jensen og William Souvy Olsen.
Stuðlar eru m.a. Mentamálaráðið, Mentunargrunnur Landsins, Grunnur Nuuk Reykjavík Tórshavn, Fitur, Tórshavnar Kommuna, mentanarnevndin, Tórshavnar Skipasmiðja, Margarinfabrikkin, Storno, Oda Andreassen Soneterapi, Bacalao, Kongshavnar Útgerðarfelag o.o.