Jupiter hevur landað í Kollafirði av triðja sildatúrinum. Jupiter var í gjár á Kollafirði við 200 tonsum av sild, sum vórðu landað til virkið hjá Kollafjord Pelagic.
Hetta er triði sildatúrurin hjá Jupiter, og hesaferð royndu teir í føroyskum sjógvi. Hinar báðar túrarnar vóru teir í íslendskum sjógvi. Íslendska útvarpið visti í dag at siga, at tvey íslendsk skip høvdu landað ávikavist 1.300 og 900 tons av sild á Eysturlandinum.
Reiðaríið hjá Jupiter skrivar á heimasíðuni, at meðalvektin á sildini hjá Jupiter hendan túrin var millum 335 og 340 gram.