Fáa pengarnar aftur

Demokratia-nevndin fær nú tær 45.000 krónurnar aftur, sum nevndin betalti til umstrídda tiltakið á kvinnudegnum

Tað verður kortini ikki við almennum pengum, at skipað verður fyri tiltakið á altjóða kvinnudegnum.

Demokratia nevndin hevði goldið 45.000 krónur til tiltakið, tí hon metti, at fyrilestrarnir vóru so áhugaverdir, at tað var rætt at vera við

Tað, sum hevur loypt øði í politikarar er, at atgongumerkini kosta 1000 krónur og at ársins kvinna skal veljast og har eru í uppskotið nøvn, sum vóru virkin í arbeiðnum at fáa kynsligan samleika upp í 266 b í revsilógini.

Lena Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, sigur við Útvarpið á miðdegi, at tey hava gjørt av at betala Demokratia peningin aftur fyri at forða fyri, at nevndin syndrast. Her sipar hon helst til, at Miðflokkin hevur hótt við at rýma úr nevndini og at eisini aðrar kvinnur, sum eru virknar í politikki, hava víst sína misnøgd

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í nevndini, sigur við Útvarpið, at tað mest umráðandi er, at nevndin fær arbeiðsfrið og at peningurin nú skal brúkast til onnur endamál.

Spurningurin er bara um tað verður friður, tí hon væntar framvegis, at Demokratia verður við í tiltakinum sum fyriskipari, tí tey halda, at fyrilestrarnir eru so mikið áhugaverdir.