The Dreams hava í dag fingið nógva umtalu á mesta vitjaðu donsku fjølmiðlasíðuni. Ekstrablaðið hevur verið á vitjan hjá føroyska bólkinum og gjørt videoinnslag um teir Á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum ? eb.dk ? ber til at síggja eitt langt videoinnslag um føroyska bólkin The Dreams. Ekstrablaðið hevur verið á vitjan hjá bólkinum og gjørt eitt næstan fýra minuttir innslag um teir.
Prátað verður við tónleikararnar í The Dreams, og teir greiða eisini frá strangu reglunum í stóra húsinum, har teir búgva. Ein av reglunum er, at um teir roykja í studionum, fáa teir fimm pískasløg.
Ekstrablaðið er mest vitjaða danska heimasíðan, og teirra videoinnsløg verða sædd av nógvum túsund fólkum um dagin.