Tríggjar ferðir er arbeiðið at byggja nýggja stóra húsið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag út. Húsið skal byggjast á horninum Tinghúsvegur-Bøkjarabrekka.
Nú verður tað.
Í seinastu viku vórðu tilboðini latin upp, og lægsta tilboð átti Búsetur. Tilboðið var smáar 40 mió. krónur.
Hini tilboðini vóru umleið 44 og 46 mió. krónur.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannfelag sigur, at nú verður farið til samráðingar um at taka okkurt kanska ikki so neyðugt burtur úr byggiætlanini fyri at fáa prísin longur niður. Hann hugsar sær, at prísurin kemur niður á 35 mió. krónur.
Tað hevur eydnast at fáa avtaluna soleiðis, at byggifelagið ikki kann koma aftur um aftur við eykarokningum.
- Vit hava sæð nógv keðilig dømi um eykarokningar, sum hava dýrkað byggiarbeiði nógv, sigur Hans Joensen.
Felagið hevur fingið øll neyðug loyvi, og longu í februar verður farið undir at taka verandi hús niður. Tað arbeiðið er við í byggikostnaðinum.
Húsið verður í fimm hæddum, og felagið sjálvt fer at brúka hæddina inn frá vegnum til skrivstovur og høli, har limirnir kunnu hittast.
Samlaða gólvvíddin verður um 1500 fermetrar.
Havnar Arbeiðsmannafelag eigur eisini húsið beint niðanfyri, og tað husið leigar Landsverk.
Hans Joensen væntar, at Landsverk eisini fer at leiga í nýggja húsinum, tí Landsverki vantar høli.
Hann væntar ikki, at nakar trupulleiki verður at finna leigara til stór og nýggj høli mitt í býnum.
- Fyri felagið er hetta ein góð íløga, tí lánini verða niðurgoldin við leigu. Húsið fer at hava stórt virði, sigur Hans Joensen.
Tað fer at nerva grannalagið nakað, at eitt so stórt arbeiðið verður gjørt mitt í býnum, og húsið fer at standa næstan beint út til vegin.
Hans Joensen rósar teimum í Ebenezer fyri stórt forstáilsi í hesum sambandinum.
Meðan húsið verður bygt, fer onkuntíð at vera neyðugt at steingja Tinghúsvegin av. Tí slepst ikki undan.
- Ætlanin er at hava vegin opnan so nógv, sum til ber, sigur Hans Joensen.