Fáa ongar barnaváttanir enn – vilja heldur bíða eftir Jenisi av Rana

Samgongan tekur ikki undir við, at vit fáa eina skipan við barnaváttanum beint nú. Tað er greitt nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Djóna Nolsøe Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, um at seta eina skipan um barnaváttanir í verk í Føroyum.

Tað er ein skipan, har øll, sum fáast við børn og ung undir 15 ár, skulu hava prógv fyri, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum. Kunnu tey ikki prógva tað, kunnu tey heldur ikki at fáa størv, har tey skulu hava við børn og ung at gera.

Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, var full semja um, at vit skulu hava eina slíka skipan. Men niðurstøðan hjá limunum hjá samgonguni í Rættarnevndini hjá Løgtinginum er, at tað er neyðugt at taka undir við akkurát hesum uppskotinum.

Tey vísa á, at Jenis av Rana, landsstýrismaðurin í mentamálum, hevur upplýst fyri nevndini, at hann arbeiðir verður við at seta eina skipan við barnaváttanum í verk, og eftir ólavsøku fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.

Og tá ið landsstýrismaðurin ætlar at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið eftir ólavsøku, heldur samgongan ikki, at tað er neyðugt at taka undir vi hesum uppskotinum.

Annars er tað komið fram, at hesi seinastu fimm árini hevur løgreglan fingið tilsamans 268 fráboðanir um kynslig brotsverk og tað svarar til 53 fráboðanir um árið í meðal. Av hesum 268 fráboðanum, vóru 63 fráboðanir um kynslig brotsverk móti børnum undir 18 ár, men blúnisbrot ímóti børnum eru ikki við í hesum tølunum.

Tað er eisini komið fram, at síðani ársskiftið 2016/2017, hava tilsamans 180 persónar fingið játtað viðgerð frá sálarfrøðingi. Í løtuni fáa 26 einstaklingar viðgerð fyri langtíðarárin av kynsligum ágangi. Hagtøl frá Kris vísa eisini, at kynsligur ágangur er ein stórur trupulleiki.

Talið á av teimum, sum venda sær til felagsskapin, hevur verið vaksandi seinastu árini. Í 2019 fekk felagsskapurin 217 áheitanir, og í fjør vendu 156 persónar sær til felagsskapin.