Tey eru bæði klaksvíkingar, hóast 3 av foreldrunum komu av bygd, og tey hava búð í Klaksvík alla sína tíð.
Suffía, kallað Fía, er dóttir Annu, f. Wolles á Trøllanesi, og Jógvan Isaksen úr Lorvík. Hon vaks upp úti í Brekkuni, og eftir lokna skúlagongd fór hon at arbeiða á sýsluskrivstovuni og síðani á posthúsinum. Hon hevði stutt til arbeiðis, tí bæði sýsluskrivstovan og posthúsið høvdu tá høli beint niðan fyri barnaheim hennara. Seinni hevur hon í mong ár havt roknskapin á Norðurfisk í Árnafirði um hendi.
Fía hevur liðið av ymiskum sjúkum frá ungum árum, men hon hevur havt eitt ótrúligt lívsmót og hevur ikki sitið hendur í favn og gramt seg, men hevur altíð verið fús og fró.
John er sonur Ebbu, f. Joensen í Vági í Klaksvík, og Jákup Adrian Høj av Strondum. Hann vaks upp á Vágsheygnum og hevur búð har mestsum alt sítt lív. Eftir at Fía og hann vóru gift - og tað eru jú 50 ár síðani nú - bygdu tey úti í Grótinum, men nøkur ár seinni fluttu tey niðan á Vágsheyg í barnaheim hansara, sum tey bygdu uppí.
John tók millumskúlaprógv í Klaksvík. Hann arbeiddi so í krambúðini á Stongunum og á skrivstovuni hjá Kjølbro í nøkur ár. Fyrst í fimmtiárunum fór hann at arbeiða á Klaksvíkar Hermetikk, vanliga nevnd Bollafabrikkin. Virkisleiðari har var týskarin Paul Lammers, og John fór við honum til Týsklands at læra hermetikk og haðani til Svøríkis at nema sær kunnleika á sama øki. Heimafturkomin varð hann virkisleiðari á Bollafabrikkini. Umframt at hava útbúgving í hermetikkframleiðslu, hevði hann eisini keypt allar uppskriftirnar hjá Lammers. Í 1964-65 endaði hann sína útbúgving á Norges Hermetikfagskole í Stavanger.
Á Bollafabrikkini framleiddu tey ymiskar vørur: bollar og fiskakøku í blikkum, gaffilbitar, sild í tomat, fugl í soði, og tey arbeiddu eisini hummara. Hermetikkvirkið var eitt av teimum góðu arbeiðsplássunum í Klaksvík, millum annað tí at arbeiðið var so fjølbroytt frá einari árstíð til aðra.
Tí má tað sigast at vera spell, at John ikki fekk høvi at brúka sína endaligu útbúgving serliga leingi. Fyrst í 60-unum fór Kjølbro eins og aðrir í landinum at royna flakavinnu umframt framvegis at arbeiða saltfisk og klippfisk. Ein part av árinum varð flak skorið á Bollafabrikkini, til tað stóra flakavirkið á Kósini læt upp í 1966.
John varð settur sum virkisleiðari á flakavirkinum og var har til 1991, ta seinastu tíðina sum stjóri. Bollafabrikkin virkaði undir aðrari leiðslu í nøkur ár, men varð so latin aftur med alla.
Frá 1980 og nøkur ár fram var John eisini nevndarlimur í Pf. J.F. Kjølbro.
Kósavirkið var tað størsta í landinum, men John hevði eisini áhuga fyri landsins minsta flakavirki. Um ársskiftið 1973-74 keypti hann virkið í Árnafirði, og tað fór aftur undir flakaframleiðslu í august 1974. Virkið keypti í fyrstani mest smáa hýsu frá Kósavirkinum og spesialiseraði seg í at gera raspað hýsuflak, sum hevur roynst óføra væl og hevur fingist til keyps í handlinum fyri sera rímiligan prís. Tey seinnu árini hevur virkið keypt fisk á uppboðssølu.
Jógvan, sonur Fíu og John, var virkisleiðari á Norðurfisk í Árnafirði tey fyrstu árini, meðan John framvegis var virkisleiðari á Kósini, men í 1991 segði John upp á Kósini og fór sjálvur at arbeiða á Norðurfisk. Hann hevur bygt virkið út fleiri ferðir, seinast í fjør, tá frystiorkan varð munandi økt og nýggj skrivstova eisini varð bygd. Arbeiðið á virkinum hevur verið støðugt, og tað hevur borið seg væl.
Í nøkur ár vóru feðgarnir báðir, John og Jógvan, á sama virki, men í 1997 keypti Jógvan flakavirkið í Norðdepli, sum nú kallast Norðfra. Har er hann stjóri og virkisleiðari, og eisini har er støðugt arbeiði.
Fía og John eiga 3 børn: Ebba, f. í 1954, er gift við Jens Andreassen og býr í Havn. Jógvan, f. í 1955, er giftur við Sonju Hammer og býr í Klaksvík. Joan, f. í 1961, er gift við Jan Klein Jacobsen og býr í Klaksvík. Fía og John eiga 11 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.
Tey bæði eru alla sína tíð komin trúliga í samkomuna í Betesda, har tey framvegis hava sína dagligu gongd. Í nógv ár sungu tey í kórinum, og John hevur frá heilt ungum árum verið millum teirra, sum hava borið eitt orð fram. Í meiri enn ein mansaldur var hann sunnudagsskúlalærari, og tey eru nógv hundrað, sum hava havt hann í sunnudagsskúla og bíbliutímum.
Gullbrúdleypið verður hildið í Betesda í kvøld, fríggjakvøld, og har eru øll vælkomin.